Sunnudagin 16 feb. var kappast í bólkunum U21 og E50 , her luttóku allir føroysku skjúttarnir. Bert 4 teir bestu skjúttarnir komu víðari til finalurnar, her høvdu vit 2 skjúttar hjá U21-menn, 2 skjúttar hjá U21-kvinnur og 1 skjútta í E50-menn.

  

Tá 1/2-finalurnar vóru skotnar var greitt at okkara U21 skjúttar skuldu skjóta um bronsuna. Tóra Dinna og Rebekka vóru javnar gjøgnum allan dystin, og endaði dysturin við at Rebekka vann bronsuna við einum 6-4 sigri.

Sigfríður og Baldur vóru eisini sera javnir gjøgnum allan dystin, og endaði dysturin við at Sigfríður vann bronsuna við einum 6-4 sigri.

E50 skjúttin Eggaba endaði í bronsufinaluni móti Haraldur úr Íslandi, eisini hesin dysturin var sera javnur, dysturin endaði við at Eggaba vann bronsuna við einum 7-3 sigri.

  

Hóast ein langan dag, høvdu vit tvey lið sum skuldu kappast í gullfinalunum hjá kvinnum og monnum.

Kvinnurnar sum mannaðu liðið vóru Tóra Dinna, Rebekka og Ronja.

Kvinnuliðini hjá Føroyum og Íslandi vóru jøvn, men megnaðu føroysku kvinnurnar at vinna dystin 6-2, og vunnu harvið gullheiðursmerki.

Mennirnir sum mannaðu føroyska liði vóru, Sigfríður, Baldur og Eggaba.

Íslenska liðið hjá monnunum vísti frá byrjan av at teir vóru sera sterkir, og endaði tað við at teir vunnu dystin og gullið við einum 6-0 sigri á føroyum.

    

Alt í alt vunni føroysku skjúttarnir,7 heiðursmerki – 2 gull, 1 silvur og 4 bronsu