NUM 2018

Frá 29 juni til 2 juli verður NUM 2018 (Nordisk Ugdomsmesterskap) hildið í Larvik, Norra.

Talan er um eina ungdómskapping har skjúttar úr Danmark, Norra, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Føroyum fara at kappast. Og hava vit tríggir skjúttar ið fara at luttaka,  Aleksandur Leitisstein, Hans Jákup Højgaard og Sámuel Petersen, allir tríggir compoundar og úr bogaskjótifelaginum Ørvi í Runavík.

Í alt vera tað áleið eini 280 skjúttar sum fara at kappast í teimum ymisku bólkinum. Í bólkinum ‘Compound Cadet Men’ har okkara skjúttar skula kappast eru tað 14 skjúttar.

Møguleiki verður at fylgja kappingini á leinkjuni her: http://www.ianseo.net/Details.php?toId=4108

 

 

EM í Polen

Mánaðarskifti august/september fara tríggir av okkara skjúttum til Polen at luttaka í EM kapping – ‘European Archery Championships’.

Skjúttarnir ið fara til Polen at luttaka í EM eru, Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen úr bogaskjótifelaginum Ørvi í Runavík og Jógvan Niclasen úr bogaskjótifelaginum Tambar í Havn, allir tríggir eru compound skjúttar.