Aftaná 25 ár við bogaskjóting havi eg gjørt av at royna aðrar leiðir – ein sess í starvsnevndini hjá ÍSF, sigur Schandorff Vang.

 

Hetta førir við sær, at eg lati leiðsluna av føroysku bogaskjótingini í aðrar hendur. Tað verður varaformaðurin í Bogaskjótisambandi Føroyum, Jógvan Magnus Andreasen, best kendur sum Eggaba, sum tekur yvir. Eg vil ynskja øllum góðan byrð frameftir.

 

Eg byrjaði við bogaskjóting eftir Oyggjaleikir í Føroyum í 1989, tá eg fór at leita mær vitan. Í 1991 var eg við at stovna Bogaskjótifelagið Ørv í Runavík. Har var eg formaður í 14 ár.

 

Í 1996 tók eg prógv sum altjóða dómari og havi sostatt í novembur 20 ár á baki sum altjóða dómari. Eg havi verið heppin at fáa tillutað OL í Beijing 2008 og London 2012, Paralympic í Sidney 2000, fleiri World Cup uttandura og innandura, 2 Worlds Cup finalur, Universiadu, HM innandura og uttandura, og ikki minst 6 HM í feltskjóting, eins og fleiri ikki nevndar kappingar. Seinastu 9 árini havi eg virkað sum dómaraformaður burturav, fyri teimum kappingum, eg havi verið við til.

 

Í 1997 fingu vit deildasambondini undir ÍSF, har eg bleiv formaður fyri Skjótisambandi Føroya. Hetta var eisini árið, har Føroyar fingu altjóða og europeiskan limaskap.

 

Í 2011 umskipaðu vit Skjótisambandið og Bogaskjótisamband Føroya BSKF bleiv stovnað. Eg helt fram sum formaður í BSKF. Nú eg fari frá, havi eg sitið sum formaður í 19 ár.

 

Líka síðan byrjan hevur føroyska bogaskjótingin ment seg og hava vit verið millum fremstu oyggjar innan Oyggjaleikir. Føroyar hava vunnið óteljandi heiðursmerkir, harav eg sjálvur, konan Sigrid og dótturin Annika hava vunnið stóran part.

 

Vit hava luttikið í stórum uttanlands kappingum, bæði við ungum og vaksnum, sum hava staðið seg væl.

 

Eg eri sera takksamur og eydnuríkur fyri at hava verið við til alt hetta, men uttan gott bakland, hevði hetta ikki latið seg gera. Tí fer størsta tøkkin til konu mína Sigrid.

 

Nú eg latið sessin og leiðsluna yvir og taki við sessi í starvsnevnd ÍSF’s, fari eg at arbeiða fyri allari føroyskari ítrótt. Eg fari til verka við góðum treysti, tí við einum 19 ára sessi í stjórn ÍSF’s, meti eg meg væl ílatnan til starvsnevndar uppgávurnar.

 

Tó fari eg at varðveita attjóða dómarauppgávurnar – eg havi góðkenning til og við 2019.