Eggaba 5 árJógvan Magnus Andreasen “Eggaba” hevur seinastu 6 árini siti í nevnd, fyrst eitt ár í Bogaskjótideildini og síðan, eftir at Bogaskjótisamband Føroya bleiv stovnað, 5 ár í nevndini.

 

ÍSF heiðrar eldsálir av slíkum slag við skreytblaði og nál. At hava siti 5 ár i sersambands nevnd verður heiðrað við silvurnál ÍSF’s.

 

Silvurnálin bleiv handað Eggaba á aðalfundi hjá BSKF í Vágum í dag.

 

BSKF ynskir Eggaba hjartaliga til lukku.