Dagsins luttkarar Michael Manglar og Sigga SkoradalBogaskjótifelagið Ørvur skipaði leygardagin 5. mars fyri kapping á 18 metrum fyri vaksin. Hetta er triðju ferð Ørvur Open verður skotin. Luttøkan var tíverri ikki serliga góð til kappingina – fleiri høvdu forfall.

 

Vinnari compound: Kaj Johannesen, Ørvur.

 

Vinnari recurve: Oddmar Nielsen, Ørvur.

 

Nýtt føroyskt met sett hjá compound kvinnum.

 

Oddmar 1Recurve

Oddmar Nielsen, Ø (267+274) 541 stig

Michael Feldballe, T (211)

 

Tíverri mátti Michael gevast og bleiv tí eingin finala skotin. Sostatt vann Oddmar uttan dyst.

 

Compound

Innleiðandi úrslit:

Kaj Johannesen, Ø (287+286) 573 stig

Nikkel Petersen, Ø (285+279) 564 stig

Sigrid Vang, Ø (280+282) 562 stig

Trúgvi Kjeld, Ø (269+273) 542 stig

Jóannes Poulsen, Ø (270+257) 527 stig

 

1/4: Trúgvi-Jóannes (25-27, 23-17, 27-25, 28-29, 27-26) 130-124.Nikkel og Trúgvi 2

1/2: Kaj-Trúgvi (28-27, 28-28, 29-26, 27-27, 29-27) 141-135. Sigrid-Nikkel (29-28, 29-27, 29-29, 29-27, 30-28) 146-136. Sigrid skjeyt sera væl henda dystin og skjeyt nýtt føroysk met, har hon bert misti 4 stig av 150 møguligum. Gamla metið var 142 stig.

 

Bronsufinalan: Nikkel-Trúgvi (27-27, 28-28, 28-27, 28-27, 29-27) 140-136.

Gullfinalan: Kaj-Sigrid (28-28, 27-27, 30-28, 28-28, 28-29) 141-140. Hesin dystur var sera javnur har bæði skutu javnt fyrstu tvey umførini, men so dróg Kaj frá við tveimum stigum í triðja umfari. Fjórða umfar var aftur javnt og seinasta umfar vann Sigrid við einum stigi, men ov stutt var. Kaj vann Ørvur Open kappingina við einum stigi.

 

Ørvur 25 ár

Ørvur fylti 3. mars 25 ár. Í hesum sambandi bjóðaði felagið til hugnaløtu aftaná kappingina. Limir og skjúttar, sum høvdu verið við frá byrjan, vóru boðin, men ikki møttu nógv upp. Tó møtti eina av hollastu stuðlunum, Sigga Skoradal, fyri at heilsa uppá skjúttarnar. Og hvat annað kundu vit bjóða henni, enn at biðja hana handa heiðursmerkini.Kaj og Sigrid 1