Bogaskjótifelagið Vágaskot skipaði í dag 28. februar 2016 fyri dupultum umfari á 18 metrum fyri vaksin. Tíverri var luttøkan ikki so stór, men hetta hildu møttu skjúttarnir seg ikki aftur fyri.

 

Vinnari compound: Kaj Johannesen, Ørvur

 

Vinnari recurve: Oddmar Nielsen, Ørvur.

 

Tvey føroyst met og 5 persónlig met.

 

Úrslit compound:

Kaj Johannesen, Ø (284+291) 575 + (293+288) 581 = 1156 F

Jógvan Niclasen, T (282+285) 567 + (284+280) 564 = 1131 P

Sigrid Vang, Ø (281+279) 560 + (288+281) 569 = 1129 F

Jóannes Poulsen, Ø (277+278) 555 + (274+273) 547 = 1102

Trúgvi Kjeld, Ø (275+278) 553 + (270+272) 542 = 1095 P

 

Kaj og Sigrid skutu bæði hvør sítt nýtt føroyskt met. Kaj hevði gamla metið og skjeyt í dag 20 stig betri. Sigrid hevði eisini gamla metið og skjeyt í dag 19 stig betri.

 

Úrslit recurve:

Oddmar Nielsen, Ø (256+275) 531 + (274+270) 544 = 1075 P

Mirjam Haraldsen, V (223+225) 448 + (228+225) 453 = 901 P

Jasgtrid M. Jensen, V (253+233) 486 + 204+25) 229 = 715 P

 

Jastrid varð tíverri noydd at gevast.

 

Høvuðsstuðlar hjá Bogaskjótisamband Føroya eru:

 

No. 12

Jim S. Gólválegging