2016 Frederiksborg Pokalen  GudjónGudjón luttók sunnudag 7. februar í Frederiksborg Pokalen í Hillerød, har hann vann sær silvur heiðurmerki á 12 metrum fyri børn.

 

Innleiðandi var Gudjón nummar 2 við persónligum meti. Hann skjeyt (262+272) 534. Tann, sum var frammanfyri hann, skjeyt 546 stig. Nr. 3 hevði 508 stig.

 

Síðan skuldi Gudjón skjóta dystir og skjeyt hann seg víðari við at vinna 1/8 við 6-0, 1/4 við 6-0 og hálvfinaluna við 7-3.

 

Í finaluni stóð á jøvnum 4-4 áðrenn seinasta sett. Hetta settið taptu Gudjón tepurt við 27-28 og mátti lata hinum 2 stig. Dysturin endaði 6-4.

 

Gudjóni verður ynkst hjartaliga til lukku við silvur heiðiursmerkinum.

 

 

Høvuðsstuðlar hjá BSKF eru:

No. 12

Jim S Gólválegging