2016-01-10-VágumSunnudagin skipaði Vágaskot fyri annarleiðis kapping – einum 900-umfari, har allir bólkar skutu á 18 metrum við stórum 10-ara, har compound vanliga skjýtur við lítlum 10-ara. T.v.s. lítli 10-arin bleiv roknaður sum X, vanligi sum 10 og restin annars sum vanligt.

 

Vinnari compound: Albert Dam, Ørvur.

Vinnari Recurve: Mirjam Haraldsen, Vágaskot.

 

Tvey føroysk met skotin, bæði í compound, har Albert skjeyt 891 stig og Anja 872 stig.

 

2016-01-10-Vágum-compInnleiðandi úrslit compound:

Albert Dam, Ø (297+298+296) 891 stig F

Kaj Johannesen, Ø (293+296+296) 885 stig

Anja Johansen, V (288+295+289) 872 stig F

Nikkel Petersen, Ø (289+284+287) 869 stig P

Sigrid Vang, Ø (287+282+289) 858 stig

Jóannes Poulsen, Ø (286+281+279) 846 stig

Hans Asbjørn Eystsurdal, Ø (280+273+289) 842 stig

 

Bert fýra skjúttar fóru víðari tl finalurnar.

1/2: Albert-Nikkel 148-143. Kaj-Anja 148-143

Bronsufinalan: Nikkel-Anja 148-147.

Gullfinalan: Albert-Kaj 148-148. Umskjóting skuldi til við bert einum píla og tann, sum var næstur miðjuni vann. Báðir skutu X og júst á sama stað, so tað mátti mátast hvør teirr var nærri miðjuni. Tað vísti seg, at Albert var 1,5 mm nærri enn Kaj og vann sostatt dystin.

 

Innleiðandi úrslit recurve:

Michael Feldballe, T (255+249+247) 751 stig P

Jasgtrid M. Jensen, V (249+234+223) 706 stig

Annika VAng, V (231+243+226) 700 stig P

Mirjam Haraldsen, V (171+200+232) 603 stig

Oddmar Nielsen, Ø, og Gudjón Reynskor, V, máttu gevast at skjóta og hava i einki skrásett úrslit.

 

1/2: Mirjam-Michael 6-4. Annika-Jastrid 6-0.

Bronsufinalan: Michael-Jastrid 6-2.

Gullfinalan: Mirjam-Annika 7-3.

 

 

Stuðlar hjá Bogaskjótisambandinum:

 

No. 12

Jim S Gólválegging