Skipað varð fyri FM uttandura á Toftum í dag 5. septembur. Compound skutu 2×50 metrar og recurve skutu 70 metrar, og so finalur.

 

Føroyameistari compound Albert Dam, Ørvur.

Føroyameistari recurve Absalon Hansen, Tambar.

 

Trý føroysk met, ein tangering og eitt persónligt met.

 

Innleiðandi úrslit recurve

Absalon Hansen, T (302+291) 593 stig

Annika Vang, V (215+255) 470 stig

Eggaba Andreasen, V (262+192) 454 stig

Jastrid M. Jensen, V (219+194) 413 stig

 

1/2-finalur: Absalon-Jastrid (27-17, 21-23, 23-8, 26-13) 6-2. Annika-Eggaba (18-10, 13-8, 27-12) 6-0.

Bronsufinalan: Eggaba-Jastrid (24-19, 16-15, 17-13) 6-0.

Gullfinalan: Absalon-Annika (26-25, 26-18, 14-24, 26-25) 6-2. Absalon og Annika skutu sera javnt allan dystin, men dróg Absalon longra stráðið. Annika var við aftur fyri fyrstu ferð í trý ár – gott at síggja hana skjóta aftur.

 

Innleiðandi úrslit compound

Sigrid Vang, Ø (334F+336F) 670 stig F 37 10’arar

Albert Dam, Ø (340+330) 670 stig 32 10’arar

Jógvan Niclasen, T (337+324) 661 stig

Anja Johansen, V (332+319) 651 stig

Jóannes Poulsen, Ø (320+323) 643 stig

Hans Asbjørn Eysturdal, Ø (311+286) 597 stig

Rakul Dam, T (282+212) 494 stig

 

Tað gekk avbera væl hjá Sigrid í dag, hon skjeyt fyrst føroyskt met fyri einkult umfar við 334 stigum, síðan økti hon við nýggjum meti við 336 stigum, og samlað bleiv tað nýtt føroyskt met við 670 stigum – 23 stig meiri enn gamla metið. Eisini fyri dystar skjóting gekk væl, har tangeraði Sigrid føroyska metið, sum Anja hevði við 142 stigum.

 

Anja skjeyt eisini persónligt met í dag fyri einkult umfar við 332 stigum.

 

1/4-finalur: Sigrid sat yvir. Rakul mátti gevast vegna trupulleikar við einari hond, og tá hon átti at skjóta ímóti Albert, fór hann víðari uttan dyst. Jóannes-Anja 130-135. Jógvan-Hans Asbjørn 139-129.

1/2-finalur: Sigrid-Anja 142F-128. Albert-Jógvan 141-138.

Bronsufinalan: Jógvan-Anja 138-136 – ein javnur spennandi dystur.

Gullfinalan: Albert-Sigrid 143-130. Munur kom í beinanvegin, tá Sigrid av misgávum skjeyt ein píl í skivuna hjá Albert og harvið misti 9 stig. So dystur bleiv í veruleikanum ikki serliga spennandi.

 

Stuðlar:

No. 12

JimS