Seinnapartin í dag 29. juli skutu okkara tríggir compound skjúttar dystir.

 

Jógvan Niclassen kom víðari eitt umfar, meðan Kaj Johannesen og Anja Johansen, taptu fyrsta dystin.

 

Anja byrjaði og skuldi skjóti ímóti einari kvinnu úr Australia, sum innleiðandi var nr. 35. Tær skutu javnt og var Anja eitt stig aftanfyri fyrstu 6 pílarnar, men fór so 4 stig afturum. So gekk væl eitt umfar og Anja kom inn aftur í dystin og áðrenn seinasta umfar var hon bert 1 stig aftanfyri. Men ov stutt varð, Anja tapti 130-133, og er sostatt úti af HM-kappingini.

 

Kaj skjeyt ímóti einum góðum fyrrverandi World Cup vinnara úr El Salvador, sum innleiðandi var nr. 14 og helt honum væl, men so kom eitt ótrúliga groft vátaslettingsæl, sum gjørdi av við Kaj – hann skjeytt ein píl við síðuna av økinum, sum gav stig og tapti sostatt 129-140. Ein keðilig støða, tí tað kundi verið heilt javnt móti endanum. So var Kaj eisini úti.

 

Jógvan skjeyt móti einum turka, sum innleiðandi var nr. 22. Har gekk sera javnt á, men tá tað grova ælið kom, megnaði Jógvan at halda tørn, meðan turkurin tapti 4 stig teir tríggjar pílarnar. Hetta tók helst móti frá honum, tí hann misti 4 stig afturat. Jógvan vann stostatt sín dyst 143-135. Næsti dystur var so í 1/24 útilokingini, har Jógvan møtti einum úr Australia, sum innleiðandi var nr. 43. Jógvan bleiv tikin av bóli beinanvegin og lagdur 5 stig afturum við seks pílum. Jógvan fann ongantðíð rætta stevið aftur í dystinum og tapti 132-143. So var hann eisini úti.

 

Venjarin, sum vit hava havt úr Noregi í Føroyum á vitjan nakrar ferðir, Morten Bøe , var eisini í kappingini og hesum umfarinum. Hann hevði vunnið fysta dystin, og var í trupulleikum hendan dystin í 1/24 umfarinum, og endin var, at hann tapti við einum stigi. Hann skjeyt eisini í gjár við blandaðum liði, saman við einari gentu, sum hann venur. Tey høvdu ov stóra mótstøðu ímóti Danmark og tapti tann dystin.