Innleiðandi kappingarnari HM-kappingini í Keypmannahavn vóru skotnar í dag við skiftandi vindi, sum ávirkaði skjótingina ikki sørt.

Tríggir skjúttar víðari til útilokingar umførini.

 

Jastri M.Jensen, recurve kvinnur, skjeyt fyrrapartin. Hon bleiv nr. 156 av 157 við (219+233) 452 stigum. Tey fyrstu 104 sleppa víðari.

 

Anja Johansen, compound kvinnur, skjeyt seinnapartin. Hon bleiv nr. 78 av 97 við (328+316) 644 stigum. Fyrra helvt gekk væl og megnaði Anja at halda javna skjóting, hóast vindurin var skiftandi. Eitt skifti var hon nr. 54, men so byrjaði úrslitið at dala eitt sindur og Anja endaði sum nr. 78. Eitt gott úrslit. Mikudagin skal Anja skjóta aftur, tá útilokingar dystirnir byrja. Her skal hon møta nr. 35, ein úr Australia, sum innleiðandi skjeyt (331+333) 664 stig.

 

Jógvan Niclasen, compound menn, bleiv nr. 91 av 119 við (324+333) 657 stigum. Jógvan byrjaði eitt sindur veikt, men kom betur við og vann seg frá umleið 108 til 91. Jógvan skal møta nr. 22, einum úr Turkalandi, sum innleiðandi skjeyt (339+342) 681 stig.

 

Kaj Johannensen, compound menn, bleiv nr. 99 av 119 við (325+322) 647 stigum. Kaj skal møta nr. 14, einum kendum skjútta úr El Salvador, sum fyrr hevur vunnið onkrar World Cup kappingar, hesin skjeyt (345+341) 686 stig.

 

Schandorff Vang, sum er við sum liðleiðari, er útnevndur at vera jurylimur fyri kappingina. Henda jury skal taka sær av klagum, um nøkur kemur. Aftaná kappingina í dag kom ein klaga, sum varð viðgjørd og avgreidd. Avgerðin hevði stóra tíðandi ávirkan á ein av heimsins bestu skjúttum, sum orsaka av úrskurðinum fór av 5. plássi heilt niður á nr. 115, og sostatt er úti úr kappingi. Hesin var heilt avgjørt ein av høvduðs kandidatunum til at vinna HM bæði sum einstaklingur og fyri lið. Liðið hjá honum lá áðrenn kæruna á fyrsta plássi, men endaði eftir úrskurðin sum nr. 25 og úti úr kappingini, har bert 16 tey bestu liðini koma víðari.