Fyrsti kappingardagur var í dag. Byrjað varð við upphiting kl. 09.00. Kappingin byrjaði kl. 10.00. Umstøðurnar av teimum bestu – góður vøllur, nógv sól og lítið lot. Ein dagur har bestu úrslit vóru møgulig.

 

Compoundliðið vann gull og setti nýtt OyL-met við 4.004 stigum. Gamla metið var 3.964.

 

Kaj Johannesen vann bronsu í compound menn við persónligum meti 1.339 – 48 stig betri enn hann hevði skotið áður. Eisini skjeyt hann persónlig met á 90m við 312 stigum, 70m við 340 stigum, 50m við 335 stigum og 30m við 352 stigum.

 

Absalon Hansen vann bronsu í recurve menn við 1.190 stigum.

 

Jógvan Niclasen skjeyt nýtt met á 70 metrum við 344 stigum.

 

Anja Johansen skjeyt persónlig met á 50m við 328 stigum, á 60m við 339 stigum, á 70m við 325 stigum og samlað við 1.329 stigum.

 

Dagurin bjóðaði eitt sindur av hvørjum. Skotið varð í nærum 10 tímar í brennandi sól og troyttar slíkt ótúliga nógv skjúttarnar. Nógv vatn skuldi niður um og nógv sólkrem smyrjast á.

 

Absalon Hansen hevði trupulleikar við stronginum, har eitt punkt bleiv við at glíða og ávirkaði tað skjótingina við færri stigum enn tað, hann vanliga kundi skotið.

Eisini hevði Albert Dam trupulleikar við tí vit kalla peep, su bleiv við at snara seg á, so hann sá verri og verri. Hetta ávirkaði heilt tíðuligt hansara skjóting, tí hann skjeyt langt undir tað, hann vanligs skjýtur.

 

Úrslit Compound menn:

Nr. 3 Kaj Johannesen

Nr. 5 Jógvan Niclasen

Nr. 10 Albert Dam

 

Úrslit Compound kvinnur:

Nr. 4 Anja Johansen

Nr. 7 Sigrid Vang

 

Úrslit Recurve menn:

Nr. 3 Absalon Hansen

Nr. 18 Oddmar Nieslen

 

Úrslit Recurve kvinnur:

Nr. 15 Jastrid M. Jensen

 

 

Stuðlar:

 

No. 12

JimS