Eftir tríggjar úttøkukappingar seinastu tvær vikurnar eru compoundliðið og recurveliðið mannað til luttøku á OyL á Jersey í summar.

 

Eitt skert lið í mun til undanfarnu leikir, tá vit so at siga hava luttikið við fult mannaðum liðum – 12 skjúttum. Hesaferð luttaka bert átta skjúttar.

 

Compound liðið er mannað við hesum skjúttum:

 

Albert Dam, Ørvur,

Jógvan Niclasen, Tambar,

Kaj Johannesen, Ørvur, luttekur fyrstu ferð,

Sigrid Vang, Ørvur,

Anja Johansen, Vágaskot, luttekur fyrstu ferð.

 

Recurveliðið er mannað við hesum skjúttum:

 

Absalon Hansen, Tambar,

Oddmar Nielsen, Ørvur, luttekur fyrstu ferð,

Jastrid M. Rein, Vágaskot.