IMG 8358-1Schandorff og Eggaba hava í dag 20. februar 2015 verið og vitjað hjá Bogfimi Sentrið í Kópavogur saman við hinum luttakarunum til norðurlandafundin í Reykjavík um vikuskiftið.

 

IMG 8345-1Eitt sera spennandi projekt har tey hava eitt ótal av vitjandi hvønn dag. Tey hava opið frá kl. 12.00 til 22.00 hvønn dag og koma fólk inn at skjóta og hugna sær. Tey gjalda pr. tíma, fáa stutta kunning og frálæru, so tey klára seg sjálvi – vilja tey hava meiri hjálp, so fáa tey tað.

 

Har er sølubúð við útgerð og eykaútgerð, hugnakrókur til kaffi og okkurt gott.

Hølið hevur 9 breytir og gjalda fólk kr. 100,- pr. høvd og fáa ávíst breyt at skjóta á. Har eru skilaveggir pr. tvær skivur og til ber hjá teimum at flyta skivurnar til ta frástøðu tey ynskja, royndari tey eru.

 

Løtuna meðan vit vóru har skutu 7 ung fólk og áðrenn vit fóru vóru eini 20 komin inn afturat, sum skuldu byrja kl. 19.00.

Vit fingu góða gjølla frágreiðing um, hvussu tey høvdu skipað seg, hvat gekk fri seg o.s.fr.. Mestu vitjanirnar eru í vikuskiftunum. Tey hava havt yvir 100 fólk inni samstundis okkurt kvøldið.

 

Hetta hevur eydnast so mikið væl, at ein høll er bygd í Akureyri, sum er størri og loyvinin eru við at koma uppá pláss til at byggja eina meiri enn dupult so stóra høll afturat í Reykjavík.

 

IMG 8348-1Sentrið hevur ikki feløg, men tá fólk menna seg og fáa skeið, verða tey víst til feløgini, har tey so gerast limir.

Sigast skal, at tey hava gott grundarlag fyri vitjanum, tí so at siga einasta familju møguleikar hevur verið bowling, og tað eru fólk vorðin troytt av og velja tí bogaskjóting.

 

Hetta hevur ført við sær, at tey hava fingið fleiri feløg og eitt boom í íðkandi. Tey hava havt venjara vitjan og m.a. seinsta til RIG var Martin Damsbo, sum eisini hevði skeið fyri skjúttum. Støðið gongur upp eftir við rúkandi ferð. Sum dømi kann nevnast, at til innandura World Cup í Marakech bleiv ein íslendari nr. 8, og í stóru Las Vegas kappingini kom ein heilt fram til nr. 7. Stórur og skjótur útviklingur.