Fyrsta barnakappingin veturin 2014-2015 bleiv skotin í hølinum hjá Tambar í Havn leygardagin 15. novembur. Við vóru 7 luttakarir, allir í bólkinum recurve. Skotið varð á 12 metrum við finalum aftaná. Allir luttakararnir skutu persónlig met.

 

Vinnari varð: Bjørn Sjúrður Pætursson úr Tambar.

 

Innleiðandi úrslit:

Bjørn Sjúrður Pætursson, T (222+216) 438 stig P

Jógvan Petersen, Ø (219+217) 436 stig P

Hans Elmar Poulsen, V (186+173) 359 stig P

Símun Dalsgarð, T (177+152) 329 stig P

Djóni H. Thomsen, Ø (134+113) 247 stig P

Albin S. Thomassen, V (125+91) 216 stig P

Sigurð í Homrum, Ø (62+140) 202 stig P

 

FInaluumførini fyri recurve verða skotin við sett-skjóting, har tann fyrsti til 6 stig vinnur dystin. Skotin verða í mesta lagi 5 sett. Stendur tá á jøvnum verður umskjóting við einum píli.

 

1/4: Bjørn S. sat yvir í hesum umfari. Djóni-Símun (13-7, 12-24,21-17, 16-12) 6-2, Hans E.-Albin (23-17, 15-18, 18-6, 18-19, 20-12) 6-4 og Sigurð-Jógvan (9-20, 14-19, 6-22) 0-6.

1/2: Bjørn S.-Djóni (20-23, 26-18, 23-9, 26-6) 6-2 og Hans E.-Jógvan (17-25, 22-16, 19-9, 23-12) 6-2.

Brosnu: Djóni-Jógvan (18-14, 10-14, 10-15, 10-23) 2-6.

Gull: Bjørn S.-Hans E. (21-19,23-15, 22-19) 6-0.