2014-09-14 15.50.43

 

Uttandura FM 2014 bleiv skotið á Eiði 14. septembur 2014, tó bert fyri bólkin compound. Hetta tí ov fáar tilmeldingar vóru í recurve bólkinum.

 

Compound skjóta 2×36 pílar á 50m innleiðandi og síðan finalu við dystum á 15 pílar.

 

Albert Dam úr Ørvi vann føroyameistaraheitið.

 

Innleiðandi úrslitini vóru hesi:

 

Albert Dam, Ø (331+323) 654 stig

Jógvan Niclasen, T (317+331) 648 stig

Jóannes Poulsen, Ø (306+322) 628 stig

Kaj Johannesen, Ø (312+304) 616 stig

Rakul Dam, T (252+268) 520 stig

 

Michael Feldballe, T, var einasti recurve skjúttin, sum møtti og skjeyt hann bert fyri at venja á 50 metrum. Hann skjeyt (93+120) 213 stig.

 

1/4-finala:  Kaj-Rakul 125-91.

1/2-finalur:  Jógvan-Jóannes 134-128 og Albert-Kaj 135-122.

Bronsufinalan:  Jórannes-Kaj 131-127

Gullfinalan:  Albert-Jógvan 138-133