Eiði 2014-05-17-8Í skiftandi vindi, regni og kulda bardu okkara bogaskjúttar seg út at skjóta fyrstu kappingina í ár. Skotið varð á Mølini á Eiði. Skotið bleiv eitt 720-umfar, sum fyri compound umfatar 2×36 pílar á 50 metrum og fyri recurve 2×36 pílar á 70 metrum. Við vóru 8 luttakarar í compound og 1 í recurve.

Sigrid Vang úr Ørvi setti nýtt føroyskt met við 547 stigum, eitt stig meira enn undanfarna met, og vann hon eisini kappingina.

 

Anja Johansen úr Vágaskot skjeyt eisini persónligt met.

 

Eiði 2014-05-17-7Hóast ringu umstøðurnar, sum vit hava at stríðast við, er tað eydnast at fáa samstarv í lag við Eiðis kommunu, sum hevur givið okkum loyvi at brúka vøllin og húsið við vøllin á Mølini á Eiði. Tær umstøðurnar eru góðar – tó so, veðrið á Mølini er ikki altíð líka gott.

 

Úrslitini í compound vóru hesi:

 

Sigrid Vang, Ø (324+323) 647 stig F

Jógvan Nicalsen, T (323+313) 636 stig

Schandorff Vang, Ø (311+313) 624 stig

Anja Johansen, V (312+307) 619 stig P

Jóannes Poulsen, Ø (279+299)578 stig

Per Holm Andersen, Ø (291+284) 575 stig

Hans Asbjørn Eysturdal, Ø (293+266) 559 stig

Rakul Dam, T (239+158) 397 stig

 

Úrslitini í recurve vóru hesi:

 

Michael Feldballe, T (162+141) 303 stig P

 

Takk til øll, sum vísa ein positivan anda, tá veðrið ikki er til vildar. Takk til øll, sum hjálptu til at seta skivur upp og rudda av aftaná kappingina.