Veturin 2013-2014 hevur eins og undanfarin ár verið skotið í eini Grand Prix kapping.

 

Vinnari compound:  Albert Dam, Ørvur.

Vinnari recurve:  Teitur Daldsgarð, Vágaskot.

 

Kappingin umfatar 7 innandura kappingar á 18 metrum fyri vaksin, harav 5 tær bestu telja við sum endaligt úrslit. Vinnari at innleiðandi kapping hevur fingið 7 stig, síðan hava hini fingið 5-4-3-2-1 stig. Samstundis eru tey skotnu stigini tald saman, tí stendur á jøvnum, metir man út frá, hvussu nógv stig eru skotin.

 

Í compound bólkinum hava verið 11 luttakarar og nú at enda var stóð á jøvnum 33-33 millum Albert Dam úr Ørvi og Jógvan Niclasen úr Tambar. Tey skotnu stigini teirra millum vóru 2848 og 2847, t.v.s. bert eitt stig fyri 5 kappingar.Nr. 3 var Kaj Johannesen við 22 stigum.

 

Í recurve bólkinum hava veirð 13 luttakarar og vann Teitur Dalsgarð úr Vágaskoti við 28 stigum, nr. 2 Eggaba Andreasen, Vágaskot, 26 stig, og nr. 3 Hans Petur Højgaard, Ørvur, 23 stig.

 

Steypini til Grand Prix hava Grevstur og Planering v/Eggaba Andreasen (recurve) og Jim S. Gólválegging v/jim S. Guttesen (compound) latið.

 

Úrslitalistin GP 2014