2014-02-08 20.52.59Ørvur skipaði á fyrsta sinni fyri Ørvur Open kapping, har skotið varð á 18 metrum við finalum.

 

Vinnari compound:  Albert Dam.

Vinari recurve:  Oddmar Nielsen.

 

Heiðurmerkir og ferðasteyp latin av Nomatek.

 

Kappingin var skipað í tveimum bólkum – compound og recurve blandað við kvinnum og monnum. Í mun til vanligu kappingarnar, sum vit hava, blivu gullfinalurnar skotnar hvør sær við skiftivís skjóting. Vanliga hevur hetta slagið verið skotið við 40 sekundum fyri hvønn píl, meðan nýggju altjóða reglurnar í dag hava 20 sekund fyri hvønn píl til finalur. So hetta bleiv eisini gjørt til hesa kapping.

 

2014-02-08 20.51.00Compound

Innleiðandi úrslit:

Hans Asbjørn Eysturdal, Ø (284+283) 567 stig

Albert Dam, Ø (272+287) 559 stig

Sigrid Vang, Ø (281+278) 559 stig

Trúgvi Kjeld, Ø (278+280) 558 stig

Schandorff Vang, Ø (280+277) 557 stig

Nikkel Petersen, Ø (277+279) 556 stig

Anja Johansen, V (272+283) 555 stig

Annika Vang, V (269+259) 528 stig P

 

1/4:  Hans Asbjørn-Annika (28-17, 30-27, 27-27,28-27) 7-1. Schandorff-Trúgvi (28-27, 28-26, 27-28, 16-25, 26-28) 4-6. Sigrid-Nikkel (27-27, 27-29, 30-27, 27-27, 28-29) 4-6. Anja-Albert (27-29, 27-27, 27-29, 27-29) 1-7.

1/2:  Hans Asbjørn-Trúgvi (28-28, 28-27, 27-28, 28-26, 27-29) 5-5. Umskjótingin var sera jøvn, í fyrstu umskjóting var 10-10 og báðir so javnir nær miðjuni, at nýggj umskjóting skuldi til, tá endaði 9-9, men Trúgvi var nærri miðjuni og vann dystin. Nikkel-Albert (29-25, 27-30, 26-28, 27-28) 2-6.

Bronsufinalan:  Hans Asbjørn-Nikkel (27-28, 30-28, 29-27, 28-27) 6-2.

Gullfinalan:  Albert-Trúgvi (28-27, 27-27, 28-29, 27-26, 27-27) 6-4.

 

2014-02-08 20.59.53Recurve

Innleiðandi úrslit:

Hans Petur Højgaard, Ø (268+258) 526 stig

Oddmar Nielsen, Ø (257+262) 519 stig

Bogi Højgaard, Ø (253-246) 499 stig

Hjalmar S. Juul, Ø (221+208) 429 stig

 

1/2:  Hans Petur-Hjalmar S. (26-16, 26-20, 26-14) 6-0. Bogi-Oddmar (26-27, 26-27, 23-27) 0-6.

Bronsufinalan:  Bogi-Hjalmar S. (24-18, 24-15, 22-22, 22-15) 7-1.

Gullfinalan:  Oddmar-Hans Petur (23-12, 26-25, 25-25, 27-25) 7-1.

 

Heiðursmerkir og ferðasteyp latin av Nomatek.