Leygardagin 4. januar 2014 varð marathon-kappingin, sum var útsett frá 29. desembur, skotin. 11 skjúttar luttóku – 6 í compound og 5 í recurve.

 

Schandorff Vang vann í compound.

 

Eggaba Andreasen vann í recurve.

 

Byrjað varð kl. 10.00, tá fyrstu seks skjúttarnir løgdu til brots. Teir skutu 30 pílar, síðan skutu hinir fimm 30 pílar. Hetta gekk á skift í 8½ tíma til øll høvdu skotið 8×30 í part.

 

Ávegis mátti ein skjútti gevast, fyri ikki at bróta upp aftur gamlan aksla skaða. Annars tók skjótingin eitt sindur hart uppá recurve skjúttarnar, har onkrir fingu bløðrur á fingrarnar. Annars gekk alt væl og til tað skjótt.

 

Úrslitini í compound:

Schandorff Vang, Ø ((279+280)+(276+282)+(278+283)+(279+275)) = 2232

Kaj Johannesen, Ø ((270+280)+(285+285)+(275+277)+(280+279)) = 2231

Sigrid Vang, Ø ((285+281)+(279+279)+(283+275)+(272+265)) = 2219

Anja Johansen, V ((279+274)+(274+283)+(271+271)+(276+277)) = 2205

Jim S. Guttesen, V ((275+274)+(272+274)+(275+279)P+(269+279)) = 2191

Nikkel Petersen, Ø ((266+281)+(277+264)+(258+254)+(273+204)) = 2077

 

Úrslitini í recurve:

Eggaba Andreasen, V ((261+260)+(257+250)+(251+247)+(257+230)) = 2013

Teitur Dalsgarð, V ((253+246)+(244+252)+(249+247)+(247+240)) = 1978

Annika Vang, V ((229+233)+(248+248)+(252+256)+(244+264)) = 1974

Tórfinn Hansen, V ((238+226)+(225+215)+(226+237)+(214+233)) = 1814

Jastrid M. Jensen, T ((265+254)+(258+264)+(235+241)+(0+0)) = 1517

 

Eisini var kappingin sett saman sum parskjóting, har vóru úrslitini:

 

Compound:

Sigrid og Schandorff (2232+2219) = 4451

Anja og Jim S. (2205+2191) = 4396

Kaj og Nikkel (2231+2077) = 4308

 

Recurve:

Eggaba og Teitur (2013+1978) = 3991

Annika og Jastrid (1974+1517) = 3491