2013-11-10 12.49.54

 

VágaSkot skipaði um vikuskiftið fyri fyrstu innandura kappingunum í vetrarhálvuni 2013-2014. Hetta var samstundis dagurin, tá nýggju hølini hjá felagnum blivið tikin í brúk.

 

VágaSkot hevur fingið leigusáttmála um hølir við fótbóltsvøllin í Miðvági. Tað er hølið, har ætlanin var at gera svimjihyl, men tá tað ikki bleiv av nøkrum og hølið hevur staðið óbrúkt, hevur felagið fingið leigusáttmála við kommununa. Limir í felagnum hava seinastu mánaðirnar arbeit nærum dag og nátt fyri at fáa hølið som mikið klárt til hetta vikuskiftið. Sigast má, at hetta hevur eydnast teimum sera væl. Felagið hevur fingið eina fína høll, eins og onnur hølir eru í gerð, har aðrir ítróttir eisini kunnu leiga seg inn.

 

Felagnum verður ynskt hjartaliga til lukku við hølinum – eitt megnar verk.

 

Børn

Leygardagin skutu børnini 12 metur. Hetta er byrjanin av kappignarárinum, so ikki vóru so nógvir luttakarir – 7 skjúttar, allir úr VágaSkoti.

 

Innleiðandi úrslit:

Teitur Dalsgarð, V (274+278) 552 stig P

Miriam Haraldsen, V (255+257) 512 stig P

Guðjón Reynskorð, V (198+153) 351 stig P

Jósup Henriksen, V (187+157) 344 stig P

Hans Elmar Poulsen, V (151+175) 326 stig P

Tóra Dinna Reynskorð, V (51+7) 58 stig (mátti gevast orsaka av lítlum skaða)

 

1/4-finalur: Bert ein dystur, sum var millum Hans Elmar og Jósup (25-17, 15-9, 18-16) 6-0.

1/2-finalur: Teitur-Hans Elmar (28-24, 29-13, 26-25) 6-0. Guðjón-Miriam (26-29, 14-27, 22-25) 0-6.

Bronsufinala: Hans Elmar-Guðjón (19-24, 21-13, 11-12, 13-19) 2-6.

Gullfinala: Teitur-Miriam (27-25, 29-24, 28-26) 6-0.

 

Vaksin

Sunnudagin skutu tey vaksnu. Eisini her vóru ikki øll við – 8 compound og 5 recurve skjúttar.

2013-11-10 1111

 

Innleiðandi úrslit compound:

Albert Dam, Ø (291+287) 578 stig

Sigrid Vang, Ø (281+283) 564 stig

Nikkel Petersen, Ø (278+280) 558 stig

Jógvan Niclasen, T (267+282) 549 stig

Schandorff Vang, Ø (267+281) 548 stig, 19 10’arar

Kaj Johannsen, Ø (272+276) 548 stig, 13 10’arar

Anja Johansen, Ø (275+270) 545 stig

Jim S. Guttesen, V (276+257) 533 stig

 

1/4-finalur: Albert-Jim (30-28, 28-24, 29-27) 6-0. Schandorff-Jógvan (28-27, 28-29, 28-28, 27-29, 28-28) 4-6. Nikkel-Kaj (27-26, 26-27, 26-28, 28-28, 28-28) 4-6. Anja-Sigrid (28-28, 29-30, 28-27, 27-27, 28-28) 5-5, í umskjótingini skutu tær 9-9, men Anja var nærri miðjuni og vann dystin.

1/2-finalur: Albert-Jógvan (29-29, 28-27, 28-27, 29-29, 29-28) 6-4. Kaj-Anja (28-27, 27-28, 27-29, 27-28) 2-6.

Bronsufinala: Jógvan-Kaj (28-29, 28-28, 28-28, 28-30) 2-6.

Gullfinala: Albert-Anja (30-27, 29-28, 29-29, 30-28) 7-1.

 2013-11-10 11112

Innleiðandi úrslit recurve:

Eggaba Andreasen, V (267+273) 540 stig

Teitur Dalsgarð, V (268+258) 526 stig P

Tórfinn Hansen, V (254+257) 511 stig

Jastrid M. Jensen, T (220+255) stig

Hjalmar S. Juul (221+221) 442 stig P

 

1/4-finalur: Bert tann eini dysturin, sum var millum Hjalmar S. og Jastrid (18-24, 24-27, 19-25) 0-6.

1/2-finalur: Eggaba-Jastrid (29-27, 30-26, 25-21) 6-0. Tórfinn-Teitur (25-28, 26-26, 26-27, 22-27) 1-7.

Bronsufinala: Jastrid-Tórfinn (23-23, 24-23, 27-26, 25-29, 22-26) 5-5, í umskjótingini vann Tórfinn 9-8.

Gullfinala: Eggaba-Teitur (28-23, 27-29, 25-27, 29-26, 27-27) 5-5, í umskjótingini vann Eggaba 9-8.

 

Krøv til HM/EM innandura
Á hvørjum ári royna skjúttar okkara eisini at náa ásett krøv fyri at kunna kvalifisera seg til innandura HM ella EM. Soleiðis er eisini hesa kappingarhálvuna. Skjúttarnir skulu minst tævr ferðir megnað hesi krøv.

Sigrid Vang skjeyt í dag 564 stig og megnaði fyrsta kravið, sum fyri hennara bólk er 560 stig.

 

 

2013-11-10 13.35.52