FM 2013-1FM uttandura bleiv skotið á Mølini á Eiði leygardagin 7. septembur í allar fagrasta veðri – sól og fitt lot. Luttakaratalið kundi verið størri, men ikki hevur verið vant nógv í summar, tí bogaskjóting hevur ikki verið við á OyL-skrá í ár.

 

Føroyameistarar 2013 eru Sigrid Vang og Hans Petur Højgaard.

 

Byrjað varð at skjóta kl. 13.00 og skutu compound á 50 metrum, meðan recurve skjeyt á 70 metrum. Innleiðandi skjóta báðir bólkar 2×36 pílar, og síðan verður farið víðari til dystar skjóting, har compound skjóta 15 pílar og telja stigini, meðan recurve skjóta í settum á 3 pílar. Vunnið sett gevur 2 stig, javnt 1 stig og tapt 0 stig, og tann sum er fyrstur til minst 6 stig vinnur dystin.

 

FM2013 - 2Compound innleiðandi:

Sigrid Vang, Ø (308+322) 630 stig

Schandorff Vang, Ø (309+309) 618 stig

Anja Johansen, Ø (301+312) 613 stig

 

1/2-finala: Sigrid sat, meðan Anja og Schandorff skutu ein góðan dyst, har Anja vann 139-138.

Finala: Sigrid og Anja skutu og vann Sigrid 132-121.

 

Recurve innleiðandi:

Eggaba Andreasen, V (279+278) 557 stig

Hans Petur Højgaard, Ø (275+277) 552 stig

Bogi Højgaard, Ø (245+249) 494 stig

 

1/2-finala: Eggaba sat yvir, meðan Hans Petur og Bogi skutu ein spennandi dyst, har Hans Petur vann 7-3.

Finala: Hans Petur og Eggaba skutu og vann Hans Petur 7-1.