Ungi skjúttin Teitur Dalsgarð, sum dagliga venur í Vágum, har Eggaba Andreasen hjálpir honum við venjingini, vann um vikuskiftið 2 gull og 1 bronsu heiðursmerki í DM fyri ung. Hann luttók í bólkinum Recurve Herre Kadet.

 

Innleiðandi úrslitini hjá Teiti var 1237 stig og var hann nummar tvey av 12 luttakarum.

http://ianseo.net/TourData/2013/431/IFRHK.php

 

Í finaluskjótingini sat hann yvir fyrsta dystin og skjeyt síðan í 1/4-finaluni, har hann vann 6-4 á nummar 7 í innlleiðandi kappingini. Í 1/2-finaluni skjeyt hann móti nummar 4 og vann 6-2. Í finaluni møtti Teitur nummar 5 og vann 7-3.

http://ianseo.net/TourData/2013/431/IBRHK.php

 

Í kappingini fyri blandaði lið, har ein drongur og ein genta eru saman, skjeyt Teitur saman við Lilli Fuglsang úr Ålborg, og var lið teirra Ålborg 2. Tey vóru rankaði nummar trý og 1/4-finaluni skutu tey móti Ålborg 3 og vunnu 141-93. Í 1/2-finaluni møtti tey Holstebro og taptu við einum stigi 140-141. Í bronsufinaluni møtti tey at enda Lyngby og vunnu ein spennandi dyst 138-137.

http://ianseo.net/TourData/2013/431/TBRKX.php

http://ianseo.net/TourData/2013/431/TFRKX.php

 

At enda luttók hann í liðskjóting í dag saman við tveimum øðrum – Magnus Ladefoged og Anne-Sofie Bjørn, har lið teirra var Ålborg 1. Tey sótu yvir í 1/4-finaluni. Í 1/2-finlauni møttu tey Holstebro, dysturin endaði javnur 206-206. Sostatt máttu skjúttarnir skjóta ein eyka píl hvør og her vunnu tey 29-24. Í finaluni møttu tey Lyngby og vunnu 219-214.

http://ianseo.net/TourData/2013/431/TBRKT.php

http://ianseo.net/TourData/2013/431/TFRKT.php

 

Bogaskjótisamband Føroya ynskir Teiti og liðfeløgum hansara hjartaliga til lukku við úrslitinum.