Schandorff, Sigrid og Eggaba vóru í dystum í dag. 

 

Schandorff og Eggaba taptu í 1/8 útilokinini, meðan Sigrid tapti í bronsufinaluni.

 

Veðrið í dag hóskaði meiri til okkara hita, men við hóttandi toru og regni, sum eisini gjørdi um seg av allar grovasta slag.

 

Schandorff var fyrstur á vøllin eftir at hava sitið yvir í 1/16. Hann møtti einum væl skjótandi kroata, sum áðrenn seinastu tríggjar pílarnar var heili 8 stig framanfyri, men endaði dysturin við tapi 130-131. Tað regnaði so at siga allan dystin, og seinastu tvey umførini var sum at stoyta úr pøs – tað stutt sagt regnaði av grimd.

 

Sigrid var samstundis í síni 1/4-finalu, har hon vann ein tryggan sigur á eini kvinnu úr Australia við 122-74. Sigrid slapp við sínum brotna beini ikki av linjuni og var gjøgnum bloytt, hóast Annika var har við regnskjólinum. Annika var eisini á kroppi, hóast hon rann runt í regslagi. 

 

Sigrid skuldi síðan í hálvfinaluna ímóti polska vinnaranum av innleiðandi kappingini. Her tapti Sigrid 133-138.

 

Síðan skjeyt Sigrid um bronsuna móti einari kvinnu úr Itala og tapti 125-132.

 

Seinnapartin batnaði veðrið og sólin kagaði fram, tá Eggaba skuldi skjóta. Hann sat yvir í fyrsta dysti. Í 1/16 dystinum vann hann 6-0 á einum italiu manni. Síðan skuldi hann í 1/8 møta einum kroata, sum var nummar fimm innleiðandi. Her tapti hann 1-7.

 

Sostatt var hesin dagurin av og hesir tríggir skjúttarnir úti úr kappingini.

 

Í morgin kl. 11.30 føroyska tíð skal Anja skjóta finalu móti einari belgiskari kvinnu. Finalan verður streamað beinleiðis. Hetta er fyrstu ferð nakar føroyskur bogaskjútti verður at síggja beinleiðis í eini altjóða finalu. Hetta verður nakað heilt stórt, tí vøllurin er ikki minni enn Olympiska Stadion í Torino, og tær báðar verða tær einastu á vøllinum, sum skjóta. Eitt gott høvid at fylgja við.

 

Leinkja til úrslit og streaming er at finna á www.emau.org