Innleiðandi kappingin fyri allar skjúttarnar var í gjár á Stadio Olimpico í Torino í allar fagrasta veðri, hitin var nakað nógvur, eini 36-38 stig.

 

Compound skutu um morgunin og recurve skutu seinnapartin.

 

Mánadagurin var almenni venjingardagurin har skjúttarnir fingu roynt seg inni á stóra stadion, sum teir ikki eru vanir við. Venjingarnar gingu væl.

 

Kappingin er bólkað alt eftir aldur í bólkarnar 30+, 40+, 50+ og 60+. Fyrsti dagurin er fyri at møta teimum, sum man skal skjóta ímóti. Her finnur man m.a. fyrrverandi OL-skjúttar og onkur teirra hevur verið so fragur at hava sett heimsmet o.s.fr..

 

Tá so nógvir aldursbólkar eru, eru tíverri ikki altíð so nógvir skjúttar í hvørkum bólki.

 

Anja Johansen skjeyt í bólkinum compound 30+ og setti persónligt met við (319+322) 641 stig. Tær eru bert tvær í bólkinum, har hin er frá Belgia. Hon skjeyt 654 stig. Tær báðar skulu skjóta finalu fríggjadagin. Tað er fyrstu ferð Anja luttekur í so stórari kapping, so úrslit hennara er avbera gott.

 

Sigrid Vang er ein av okkara garvaðu skjúttum við fleiri OyL-heiðursmerkjum, hon skjeyt í bólkinum 50+, har tær eru 5. Tað gekk ikki væl hjá Sigrid, sum endaði nummar fýra við (288+306) 594 stig. Hetta er langt undir hennara vanligu skjóting, men er hon darvað av einum brotnum beini. Hon breyt nevnliga høgra bein tríggjar vikur áðrenn farast skuldi til Torino, men hon vildi ikki gevast so, hóast hetta steðgaði venjingini so at siga totalt, eins og skjótistílurin fór av lagi, tí hon ikki fær stigið beinið til – hon má sita og skjóta. Sigrid skal hósdagin skjóta 1/4-finalu.

 

Schandorff Vang er eisini ein av teimum garvaðu skjúttunum, hann skjýtur í bólkinum compound 50+ og gekk tað upp til tað besta, hann skjeyt (332+330) 662 stig og bleiv nummar 6 av 23 luttakarum. Hann hevur sama stigatal sum nr. 5, men nakrar færri 10-arar. Schandorff skal eisini skjóta víðari hósdagin.

 

Eggaba Andreasen luttekur í bólkinum recurve 50+ og skjeyt hann (302+286) 588 stig, sum gav honum eitt 12. pláss av 36. Eggaba hevði nakað av trupulleikum undir upphitingini, tí annað bogabeinið hevði hug at snara seg í nógva hitanum. Hetta darvaði eitt sindur, men tá kappingin var komin í gongd, gekk alt væl. Eggaba skal eisini skjóta hósdagin.

 

Allir compound skjúttarnir skjóta 50 metrar og bólkurin hjá Eggaba skjýtur 60 metrar.

 

Mikudagurin hevur verið frídagur, har skjúttarnir hava hugnað sær í býnum.

 

Til ber at fylgja við úrslitum og live streaming. Leinkjur eru at finna á heimasíðuni www.emau.org