Fýra bogaskjúttar fara til Torino leygardagin 3. august at luttaka í World Master Games 2013.

 

Kappinginin verður frá 5. til 9. august á olympiska stadion, sum er har Juventus spælir sínar heimadystir.

 

Recurve 50+ skjóta 2*36 pílar á 60 metrum innleiðandi. Finalu dystirnir verða skotnir við settum, har best av 10 møguligum stigum vinnur. Javnur dystur verður avgjørdur við umskjóting við einum píli nærmast miðjuni.

 

Compound allir bólkar skjóta 2*36 pílar á 50 metrum innleiðandi. Finalu dystirnir verða skotnir við best av 15 pílum, t.v.s. í mesta lagi 150 stig. Javnur dyster verður avgjørdur við umskjóting við einum píli nærmast miðjuni.

 

Meiri um WMG er at finna á www.torino2013wmg.org