Í sjey kappingum gjøgnum veturin 2012-2013 hava skjúttarnir savnað sær stig til Grand Prix kappingina. Finn tær bestu kappingarnar telja við.

 

Vinnararnir vóru Hans Petur Højgaard ír recurve og Jógvan Niclasen í compound.

 

Jógvan vann ferðasteypið fyri triðju ferð á rað og vann hann tað sostatt til ognar. Steypið var givið av Tórfinn Hansen.

 

Hans Petur vann ferðasteypið sum tann fyrsti. Nýtt steyp fór íumfar í ár og er givið av Eggaba Andreasen, sum vann seinasta ferðasteypið til ognar í fjør.

 

Leinkja til ársúrslitini ­her .