Teitur bestur innleiðandi
Teitur Dalsgarð, ein av okkara ungu skjúttum, er farin til Danmarkar at luttaka í DM fyri ung. Hann skjýtur í bólkinum kadet, tey skjóta frá 12 metrum.
Innleiðandi kappingin var leygardagin 9. mars og skjeyt Teitur 548 stig og er á fremsta plássi, eitt stig framman fyri næsta skjútta. Í bólkinum eru 15 luttakarar. Finalurnar verða skotnar sunnudagin.
Skriv et svar