Kappingin Tambar Open 2013 verður 16. februar í hølunum hjá Tambar í Havn.

 

Innleiðandi verða skotnir 60 pílar og síðani verður settskjóting nýtt til finalurnar. 8 teir bestu skjúttarnir í hvørjum bólki fara til finaluskjóting. Tað verða 4 bólkar.

 

Recurve kvinnur og recurve menn og compound kvinnur og compound menn.

 

Recurve byrja upphiting kl. 09.30 og sjálv kappingin byrjar kl. 10.00.

 

Compound byrja upphiting kl. 13.30 og sjálv kappingin byrjar kl. 14.00.

 

Tilmelding er hjá Jógvan í seinasta lagi 13. februar á mail:

jogvan.niclasen@gmail.com ella á mobil 518636.