jastridJastrid M. Jensen, gull – 5 í bólkinum. Jógvan Niclasen, gull – 5 í bólkinum. Eggaba Andreasen, bronsu – 17 í bólkinum. Rakul Dam, gull – einsamøll compound kvinna.

 

http://www.bogfimi.net/page3/page3/rig_2013_undan.html

 

Eggaba skrivar soleiðis úr REykjavík:

– sum sagt so vóru vit til kapping í dag (R.I.G.) og gjørdist dagurin eitt gott hál fyri okkum . Jastrid vísti veg við at skjóta 542 stig og er tað persónligt met, somuleiðis lat hon ongan iva verða um, at hon at hon vildi hava gullið. Sum sagt so gjørt, hon feiðaði alla mótstøðu til viks og tók gullið, somuleiðis bleiv hon kosin besti kvinniligi skjútti og verður hon heiðrað á almenari veitslu í annaðkvøld.

 

Jógvan skjeyt 573 stig innleiðandi og gjørdist nr. 2, men sum við Jastrid vildi hann eisini hava gullið, og sum sagt so gjørt, tá ið av tornaði hevði Jógvan skotið seg til gullið.

 

Rakul var einsamøll í sínum bólki, so har var eingin kapping, hon skjeyt 544 stig.

 

Hjá mær mundi hetta verða ein tann ringasta innleiðing, eg havi havt í nógv ár, 517 stig var viðfáningurin og var eg í villareiðu, men kom tó inn á 4 pláss, so eg slapp til finaluskjáting. Fyrsta dystin vann eg 6-2, so var at skjóta um at sleppa um gullið, har gjørdist eg óstuttur og tapti 4-6, men góð skjóting. So at skjóta um bronsuna, her bleiv tað rættuliga spennandi, 1-1, so kom eg uppá 5-1 áðrenn hann kom afturíaftur, 5-5 so ein píl í part, har var ein tættari uppá 10 enn Gisli, so ein bronsa kemur heim við mær.

 

Viðmerkjast skal at Gudmundur Smári, sum eg havi kappast við um gullið, vann gullið. Tað er stutligt at sýggja, hvussu teir her í Ìslandi hava tikið seg fram síðani eg byrjaði at kappast her.