Fýra bogaskjúttar eru hetta vikuskiftið í Reykjavík, har teir luttaka í RIG 2013. Teir eru Eggaba Andreasen, recurve menn, Jastrid M. Jensen, recurve kvinnur, Jógvan Niclasen, compound menn og Rakul Dam, compound kvinnur.

 

Hesi hava luttikið í kappingini seinastu árini og eru komin heim aftur við góðum úrslitum. Vit ynskja teimum eisini góða eydnu hesaferð.