DSC 0379Bogaskjótifelagið VágaSkot skipaði fyri kapping í høllini á Giljanesi, har vaksin og børn vóru savnaði til næstu kappingina í vetrar hálvuni.

 

Alt ov fá børn luttóku, nøkur forfall í recurve, men góð luttøka í compound.

 

Hjá børnunum vóru tvey persónlig met og hjá teimum vaksnu tvey persónlig met.

 

Hetta vikuskiftið hevur venjarin Morten Bøe úr Noregi verið á vitjan.

 

Venjingar

Fleiri av skjúttunum hava verið undir harðari venjing og tillaging av skjótiteknikki saman við Morten síðan hósdagin. Hann hevur lagt lag á og brúkt nógva tíð við hvørjum einstøkum skjútta. Hann sigur her hava verið fleiri smærri og størri ting at leggja seg eftir, og hevur hann givið skjúttunum nøkur mál at arbeiða við. Hann sigur eisini, at vit í Føroyum hava eitt stórt potentiali við møguleikum fyri nógv betri úrslitum – men at tað sjálvandi er upp til hvønn einstakan skjútta at gera av, hvørt hann/hon vil brúka ta tíð tað tekur fyri at náa málinum.

 

Kravið hjá Morten til kappingina var, at skjúttarnir sum best arbeiddu við tí, teir høvdu verið ígjøgnum seianstu dagarnar – at flyta mørk og at flyta fokus. Tað vil altíð verða ymiskt, hvussu hetta eydnast, men hann er sera væl nøgdur við sínar eygleiðingar undir kappingini.

 

Morten er væl kendur sum skjútti og venjari við sera góðum førleikum, sum ger, at hann við at hyggja eftir skjótistíli kann meta um, hvat endaliga úrslitið í eini kapping verður, eftir tríggjar slíkar dagar, sum vit hava haft við honum hesaferð.

 

T.d. gav hann trimum av kvinnuligu skjúttunum ein lítlan pappírslepa áðrenn kappingin byrjaði og segði, at tey aftaná innleiðandi umfarið kundu hyggja, hvat stóð á lepanum. Tá lisið var á lepunum vóru hesir skjúttar sera bilsnir. Morten hevði skrivað eitt úrslit á, sum hjá hesum skjúttum var júst tað tann eini skjúttin hevði skotið, og hjá hinum báðum var bert 1 og 2 stig við síðuna av, og tað undrunarsama var, at tveir av hesum skjúttum høvdu skotið persónlig met.

 

“Det er bare min samlede vurdering af jer efter de dage vi har erbejdet sammen. I har langt større potentiale, men I må arbejde meget hårdt for at nå dertil – se langt frem i tiden,” segði Morten í sínari viðmerking.

 

Børn

Tíverri vóru bert tveir dreingir við hesaferð, men teir vóru raskir os skutu væl betur, enn teir nakrantíð høvdu gjørt. Innleiðandi úrslitini vóru

 

Elias Magnussen, T (247+245) 492 stig P

Sofus Johannesen, Ø (169+177) 346 stig P

 

Finalan: Elias- Sofus (26-25, 26-17, 26-17) 6-0.

 

Vaksin

DSC 030010 compound skjúttar og 6 recurve skjúttar luttóku.

 

Innleiðandi úrslit compound:

Jógvan Niclasen, T (286+290) 576 stig

Sigrid Vang, Ø (285+277) 562 stig

Anja Johansen, Ø (283+277) 560 stig P

Magnus Andreassen, Ø (278+281) 559 stig

Beinir Danielsen, Ø (277+276) 553 stig

Jóannes Poulsen, Ø (273+279) 552 stig (18 10-arar)

Kaj Johannesen, Ø (276+276) 552 stig (16 10-arar)

Rakul Dam, T (276+273) 549 stig

Schandorff Vang, Ø (280+264) 544 stig

Nikkel Petersen, Ø (256+266) 522 stig

 

DSC 0342Átta bestu skjúttarnir fóru víðari til finalu umførini:

1/4-finalur: Jógvan-Rakul (29-27, 29-26, 27-28, 28-26) 6-2, Beinir-Magnus (25-28, 29-28, 30-28, 29-28) 6-2, Anja-Jóannes (29-28, 26-29, 28-26, 28-27) 6-2 og Kaj-Sigrid (28-28, 26-27, 28-28, 27-30) 2-6.

1/2-finalur: Jógvan-Beinir (28-28, 29-27, 28-27, 28-30, 29-25) 7-3 og Anja-Sigrid (27-28, 29-29, 28-27, 28-29, 27-28) 3-7.

Bronsufinalan: Beinir-Anja (28-29, 0-28, 28-27, 28-28, 25-29) 3-7. Eitt lítið óhapp hendi við boganum hjá Beinir í øðrum setti og náddi hann tí ikki at skjóta nakran píl, og fekk tískil 0 stig. Men hetta bleiv skjótt umvælt til næsta settið.

Finalan: Jógvan-Sigrid (27-27, 29-29, 29-27, 29-28) 6-2.

 

Innleiðandi úrslitini í recurve:

Eggaba Andreasen, V (280+270) 550 stig

DSC 0334Jastrid M. Jensen, T (268+268) 536 stig P

Oddmar Nielsen, Ø (255+260) 515 stig

Tórfinn Hansen, V (261+250) 511 stig

Hjalmar S. Juul, Ø (213+216) 429 stig P

Karstin Biskopstø, V (209+212) 421 stig

 

Tveir teir bestu skjúttarnir sótu yvir:

1/4-finalur: Hjalmar-Tórfinn (24-27, 19-25, 21-26) 0-6 og Oddmar-Karstin (26-17, 25-21, 27-22) 6-0.

1/2-finalur: Eggaba-Tórfinn (26-28, 27-26, 26-25, 27-29, 29-23) 6-4 og Oddmar-Jastrid (29-23, 27-28, 26-27, 25-29) 2-6.

Bronsufinalan: Tórfinn-Oddmar (27-29, 24-22, 23-24, 24-27) 2-6.

Finalan: Eggaba-Jastrid (28-26, 25-29, 28-26, 27-23) 6-2.