IMG_6351Nevndin í BSKF var í døgunum 15.-16. september á kunningarferð – ella kanska rættari sagt kanningarferð – í Hallsberg í Svøríki.

 

Vit hava í 2012 havt sera stórar trupulleikar at finna møguleikar at skjóta uttandura. Støðan er veruliga hættislig og tí hevur BSKF havt fund um, hvat vit kunnu gera. Støðan er, at vitr hava mist møguleikarnar at skjóta á Svangaskarði og á Tórsvølli, nú annað gras er lagt á vallirnar og teir í mestan mun verða brúktir til fótbólt.

 

Óvissa

Støðan í løtuni er ikki haldgóð. Stór óvissa er um, hvat fer at henda í framtíðini, tí stórur vandi er fyri, at bogaskjótingin í Føroyum fer fyri bakka, um ikki nakað kollveltandi hendir við skjótimøguleikunum – bæði innandura og uttandura.

 

Tørvur

Bogaskjótingini tørvar eitt stað – eitt økið, sum kann miðsavna alla skjóting hjá núverandi trimum feløgum.

Tørvur er á einum vølli, har skjúttar kunnu møta til venjingar og kappingar, uttan altíð at skulla koma í aðru røð.

Tørvur er á einum húsi, har skjúttar kunnu koma til venjing og kappingar, uttan at ivi skal verða um, hvørt vit næsta ár hava hølini ella ikki.

Tørvur er samstundis á útgerð, sum kann verða á einum stað og ikki skal flytast frá felag til felag ella høll til høll.

Tørvur er á einum centralum stað, har øll feløgini kunnu siga – “hetta er okkara burtur av”.

 

OyL 2019 ?

Føroyar bjóða seg fram at hýsa OyL aftur og útmeldingarnar eru greiðar um, at skal bogaskjóting verða á skránni, so skal nýggj breyt gerast.

 

Ætlan

BSKF vil gera sítt til, at vøllur og hús er fingið til vega – ongantíð ov skjótt.

Ætlanin er at gera ein vøll, sum líkur altjóða krøv til kappingar.

Ætlanin er at byggja eitt hús við vøllin, sum gevur møguleika at hava uttandura venjingar, uttan at hugsa so nógv um veðrið.

Ætlanin er, at húsið skal byggjast soleiðis, at partur av síðuni móti vøllinum skal kunna latast upp, so standast kann inni og skjóta út, um veðrið ikki er til vildar (hetta er tað, sum vinnur frama í flestu londum í dag).

Hetta vil bøta ómetaliga nógv um venjingarmøguleikarnar.

 

Hvat skal til ?

Slík ætlan krevur fyrst og fremst eina góðkenning á aðalfundi, tí væntast kann ein høgur kostnaður í mun til, hvat BSKF hevur orku til. Tí er neyðugt at fáa gott samstarv í lag við onkra kommunu, sum kann vísa okkum á eitt øki og stuðla okkum.

Í bogaskjótingini eru umstøðurnar so smáar, at her má arbeiðast tvørtur um mark, tí vit ynskja, at feløgini í Runavík, Tórshavn og Vágunum skulu hava líka lut í ætlanini.

 

Fyrstu kanningarnar er gjørdar

Nevndin vitjaði Järnvägens BF í Hallsberg í Svøríki. Støðan hjá svenska felagnum var líknandi okkara – tey skuldu burtur hagani tey vóru, tí hølini/økið skuldi brúkast til onnur endamál. Tey fóru í samstarv við kommununa, sum hevur 7-200 íbúgvarar. Kommunan fekk til vega øki frá privatum ánara við ávísum gerðabýti.

Kommunan ruddaði alt økið, planeraði og gjørdi byggibúgvið – og ikki bara tað – kommunan spýttið enntá í til húsabyggingina.

Tey søktu og fingu ymsan stuðul til ætlanina.

Tekniski skúlin í kommununi bleiv drigin inn í ætlanina og bleiv sostatt ein týdningarmikil partur, har næmingar í undirvísningini smíðaðu partar av húsinum – og báðir partar fingu nakað burtur úr.

Limirnir í felagnum hava síðan apríl mánað brúkt yvir 3.000 tímar í sjálvbodnum arbeiði, samstundis sum teir hava vant, luttikið í kappingum og fyriskipað kappingar.

 

Ynskidreymur

Tað vit sóu var, at ein ynskidreymur var við at blíva uppfyltur.

Húsið var ikki heilt liðugt, tað var vøllurin heldur ikki. Smáting kring vøllin skuldu tillagast og parturin millum skjótilinjuna og húsið skuldi gerast liðugt.