IMG_5872Aftaná liðskjótingina hendir ikki nakað soleiðis, hvat viðvíkur heiðursmerkjum, men einstaklinga kappingin koyrir hvønn dag frá klr. 0900 til kl. 1800. Tveir teir fyrstu dagarnir eru 1/32 og 1/16 útilokingin á skránni.

 

Av tí, at dómararnir blivu býttir í tveir bólkar, hevði eg frí í gjár. Hetta gav mær møguleika at hyggja meg um og síggi ymiskar ítróttir. Fekk útflýggjað eina hækking av skrásetingarkortinum og við tíð kundi eg so at siga fara inn allastaðni uttan at gjalda, og enntá gera brúk av Olympic Family Lounge, sum bert teir ovastu innan ítróttirnar kunnu. So tað var ikki so galið.

 

Koyrdi til OL-parkin á morgni og var runt har allan dagin og langt út á kvøldið. Var inni í so at siga øllum stadium í OL-parkini og sá m.a. hockey dyst millum Holland-Belgia, vatnpolo millum Italia-Australia, hondbólt millum Spania-Serbia, svimjifinalur har tvey heimsmet blivu sett, synkron kavivenjingar og ikki minst kurvabólt millum USA-Frakland.

 

Í dag eri eg so aftur í sving og verða dystir skotnir allan dagin, eins og í gjár er talan framhaldandi um 1/32 og 1/16. Væntandi verður liðugt umleið kl. 1800. Standi í øllum førum á listanum at døma aftur í morgin. Fleri ásetingar eru ikki komnar enn, tí tað er alt eftir, hvør kemur víðari og um tað verður ávirkað av, hvørjum landi dómararnir koma frá. Har havi eg so ongan trupulleika enn.