img_5537Næsti dagurin í liðskjótingini var fyri kvinnur. Sum altíð verður væntað nógv av koreanska liðnum, og tær sviku heldur ikki hesaferð. Men tað var ikki uttan trupulleikar í finaluni, har tær bert vunnu við einums tigi á Kina.

 

Tað vóru ikki fult tal av liðnum til kvinnuskjótingina, so nøkur lið sótu yvir. Danmark, sum bleiv nr. 8 innleiðandi skjeyt ein sera javnan dyst móti India, har tær vunnu við einum stigi 211-210. Síðan møttu tær Korea í ¼-finaluni og taptu 195-206. Kina var um reppi at tapa fyrsta dystin, sum var móti Italia, men knógvaðu 200-199. Annars skutu Chinese Taipei og Rusland javnt, men vann Rusland umskjótingina.

 

Dystirnir hendan dagin vóru nógv darvaðir av regni, og vísti tað seg heilt greitt á úrslitunum.