IMG_5784So kom dagurin og innleiðandi kappingarnar hjá monnum og kvinnum eru skotnar.

 

Koreansku menninir gjørdu bart í dag við einstaklinga og lið heims- og OL-meti í stórum stíli. Teir endaðu nr. 1, 2 og 3 fyri einstaklingar og sjálvandi nr. 1 fyri lið.

Koreansku kvinnurnar høvdu plássini nr. 1 og 2 og ikki óvaæntað nr. 1 fyri lið.

 

Dagurin var býttur í tvey umfør, har menninir skutu um morgunin og kvinnurnar seinnapartin. Hetta eru einastu kappingarnar, sum hava verið í dag í øllum OL, og tað merktist eisini við miðlafólkum. Havi ongantíð uppliva slíkt til nakra bogaskjótikapping áður.

 

Tað var longu eftir fyrstu hálvu greitt, at møguleiki var fyri, at nýggj met skuldu setast. So var eisini – korenansku menninir smurdu hinar av. Heimsmetið, sum IM Dong Hyun setti í mai mánað við 696 stigum, slóg hann í dag við at skjóta 699 stig. Honum á baki komu hinir báðir koreanararnir við 698 og 690 stigum. Ol-metið frá Atlanta í 1996 var 684 stig og bleiv sostatt eisini sligið.

 

Fyri lið setti korea eisini nýtt heims- og OL-met. Gamla heimsmetið høvdu teir sjálvir skotið í mai mánað við 2069 stsigum, og í dag skutu teir 2087 stig. Gamla OL-metið frá Atlanta átti Korea eisini við 2031 stigu – tað reyk sostatt eisini.

 

Hjá kvinnunum gekk sera javnt í oddinum, og leingi sveiggjaði tað millum tvær frá Korea og Chinese Taipei um at vera fremst. Tá liðugt var høvdu tríggjar 671 stig, bert 2 stig frá OL-metinum. Hinar høvdu 669, 667, 665 og nr. 7 kom eina sera væl skjótandi Carina Christiansen frá Danmark. Fínteljingin vísti, at Ki Bo Bae fekk fyrsta plássið, LEE Sung Jin, báðar úr Korea, meðan ein frá Taipei bleiv nr. 3 og nr. 4 var ein frá USA.

Liðúrslitini vóru eitt sindur frá heimsmetinum frá 2004 og OL-metinum frá 2008, men vóru tað Korea, USA og Taipei, sum løgdu seg á odda undan dystarskjótingini.

 

Veðrið var gott í dag, ikki so nógv sól, men heitt og lítið lot. Fyrrpartin var eitt sindur av regni, men tað darvaði einki.

Hvat dømingini viðvíkur vóru vit í tveimum bólkum og var mítt tørn seinnapartin. Alt gekk upp á stás og høvdu vit bert smávegis ting at gera við dømingini. Størsti trupulleikin vóru at fáa skjúttarnar at halda reglurnar fyri reklamum á búnunum. Krøvini eru sera strong til OL. Tískil gingu fólk runt við breiðum klistribandi og klistraðu fleiri skjúttar til. T.d. er bert loyv at  hava eitt lítið merki hjá framleiðaranum á troyggjuni, og sum vit kenna t.d. ein Adidas búna, so eru ofta Adidas strípur eftir øllum arminum og beininum. Sera einfalt – tað er ikki loyvt til OL. Hav  a skjúttarar og venjarar,s um fara á breytina ikki aðrar búnar, so verður alt sum eitur Adidas frámerki klistrað til.

 

Hin parturin var, at londini ikki respektera loyvda talið av venjarum/hjálparfólkum/officials. So mín lutur í dag var at ganga og reka fólk av vøllinum. Eg gekk aftur og fram, taldi fólk, tveitti út megan eg gekk ein veg, og tá eg vendi og fór hinvegin, vóru gud hjálpi mær onnur komin inn, sum aftur skuldu rekast út. Jú, dómarar hava ikki bara vanliga døming um hendi J

 

Setanin

Kl. 1700 var samling á hotellinum og hálvan tíma seinni koyrdi bussurin til eina tokstøð, hagani ein stuttan túr til næstu støð og so til gongu til stadion. Ein hundans rúgva av fólki, fyrst tey, sum skuldu inn á áskoðaraplássini, síðan stórur partur av ítróttarfólkunum, hjálparfólk og øll tey, sum stóðu uttanfyri og hugdu í stórskýggja. Har hava verið langt yvir 200.000 fólk.

 

Komin inn at sita longu kl. 1930 var bara at bíða. Fyrsta inntrykkið var gott – at síggja landslagið og uppsetingina boðaði frá góðum. Og so byrjaði setanin við góðum undirhaldi – og sum altíð heldur man, at tað tekur ov langa tíð. Ítróttarfólkini byrjaðu at ganga inn kl. 2230 og tey seinastu komu inn eftir midnátt. Tíbetur vóru bert fáar røður og so var klárt at tendra eldin. Tað er altíð ein stórur spenningur um, hvussu hetta verður gjørt og má eg siga, at júst soleiðis hevði eg ikki væntað tað – men hatta var avbera gott.

 

Eftir setanina var bara at sleppa sær út og til tokið sum skjótast, tí seinasti bussurin frá tokinum var kl. 0200. Bíðirøðini vóru long og tíðin gekk. Tá vit komu fram við tokinum var tað farið av kl. 0230, men lukku tíð stóð ein bussur eftir, sum vildi koyra okkum til hotellið.

 

Ikki vóru stundir at gera annað enn at tørna inn beinanveg, tí dagurin byrjar kl. 07.00 hvønn morgun fyri okkum dómarar.