IMG_5609Dagurin 25. juli byrjaði við góðum veðri, stilt og brennandi sól. Hetta vardi allan dagin. Kl. 07.30 vóru vit longu í gongd, venjingin stóð á skránni og kanning av útgerð eisini.

 

Vit blivu býtt  í tveir bólkar, ein sum skuldi eftir sínum uniformum og ein, sum tók sær av venjing og útgerðarkanning fram til kl. 13.00.

 

Á breytini gekk alt, sum tað skuldi, og sum ikki einaferð, so er altíð okkur smávegis at fáa rættað, tí hjá teimum ymsu liðunum. Ikki við útgerð, men við klæðunum, tí til OL eru s tranger reglur fyri, hvussu klæðin skulu vera við nøvnum og reklamum. Tað skal fáast í rættlag áðrenn almennu venjingina, ella sleppa tey ikki at skjóta.

 

Í dag skuldu skjúttarnir royna at skjóta á finalubreytini. Hetta er tað, sum tey rópa familiarisation. Tey fáa ein hálvan tíma og skjóta í bólkum við 8 skjúttum. Tey venja eisini at ganga inn og út, og at fara ígjøgnum mixed zone á veg út, har tíðinda- og myndfólk standa klár.

 

Mín uppgáva í dag var saman við einum øðrum dómara at avgreiða venjingina á finalubreytini fyrrapart. Alt gekk sum tað skuldi.

 

Tá liðugt var og vit fóru at fáa okkumein bita, vóru hinir dómararnir ikki komnir aftur við sínum uniformum, so vithøvdu helst okkurt í vænti til seinni. Haldi ikki eg tími at gera so nógv burtur úr matinum. Vit eru í Onglandi og so er tað eitt leigað felag, sum stendur fyri matinum, t.v.s. sera strong krv til starvsfólkini um, at mongd og samanbland ikki skal finna stað.

 

So var tað okkara túrur at fáa fatur á uniformunum. Skuldu koyra við bussi kl. 15.00. Bíðaðu í meiri enn ein tíma og so at koyra í meldrinum í lítlan tíma fyri at koma til útflýggingarhøllina. Har bíðaðu vit nærum hálvan annan tíma fyri at fáa alt við okkum. Men so tók tað eyka langa tíð hjá seinasta dómaranum av eini hvørji orsøk. Endin var, at vit høvdu verið avstað í meiri enn seks tímar.

 

So har var bert eitt at gera, tá vit komu á hotellið – tveita alt inn á kamarið og beint til døgurða. Skjótan døgurða og so beint til songar eftir langan dag.