IMG_5664So er almenni venjingardagurin komin at enda. Skjúttarnir hava aftur í brennandi sól vant fyri seinastu ferð, áðrenn teir í morgin skulu skjóta innleiðandi kappingina, fyri at fáa at vita, hvørjum tier skulu skjóta ímóti í dystarskjótingini. Eisini eru úrslitini í morgin galdandi fyri, hvørji lið skulu skjóta ímóri hvør øðrum.

 

Skipanin er so, at nr. 1 møtir nr. 64, nr. 2 møtir nr. 63 o.s.fr.. Sama skipan er fyri lið. Tað eru bert 16 lið við í hvørjum bólki.

Vit dómarar hava gjørt seinastu kanningarnar og seinnapartin hava vit vant skjóting fyri eintaklingar og lið á finalubreytini, sum er við at taka fult skap til stóru dystirnar longu í ovurmorgin. Nakrar broytingar eru í mannagongdunum í mun til OL í Beijing, men tað er skjótt at laga seg til. Munurin er, at sum skivudómari arbeiðis man í ag einsamallur, man fyri  fýra áum síðan vóru tveir dómarir. Hetta er eisini galdandi fyri scorarar, nú er bert ein – t.v.s. man vil hava so fá fólk á breytini í senn, sum møguligt. Scorarar eru skrivarar, sum føra yvirlit yvir hvønn skotnan píl. Hetta eru roynd fólk – onkur er júst blivin altjóða dómari og hini bretskir dómarar.

 

Venjingin endaði kl. 1730 og síðan hava vi t havt eftirmeting og fyrireiking til í morgin. So hetta er ein dagur, sum er nakað styttri enn hinir. Gott verður við eitt sindur av hvíld, áðrenn enn ein langan dag í morgin við skjóting heilt fram til vit skulu avstað til setanina av OL.