Tað sá ikki so gott út dagarnar upp undir fráferð, flúgvingin sera nógv darvað og vandi fyri ikki at ná fram til tíðina. Men dagin áðrenn dugdi eg at síggja, at okkurt mátti gerast og brendi eg í telefon og at skriva til Atlantic um at gera alt, sum kundi gerast at fáa meg í eitt flogfar sum skjótast. Tað eydnaðist og eg fekk eitt flogfar, sum skuldi avstað seinnapartin 23. august. Tøkk til Atlantic fyri tað.

 

Men veðrið gjørdi um seg og hetta flogfar bleiv eisini seinkað. Tíðin gekk og so lendi brádliga eitt flogfar, og mítt stóð sum tað næsta at fara. Ein skáði varð og nógv seinkað fór eg í luftina kl. 23.15. Vandi var fyri einum ringum túri, tí síðuvindur var. Men nakar fáar rystingar fyrsta hálvan minuttin, so var alt sum ein vanligur flúgvitúrur.

 

Lendur í Keypmannahavn mitt á nátt bar ikki til at finna nakað hotel nærhendis og endaði eg inni í miðbýnum. Síðan gekk alt upp á stás. Kom avstað úr Keypmannahavn til tíðina og lendi í London.

 

Forvæntningarnir vóru ikki teir somu sum í Beijing, men ikki so heilt galið álíkavæl. Tað tók bert eina løtu, so møtti eg fyrsta hjálparfólkinum, sum fylgdi mær vegin til gongina til Heathrow Express, sum eg skuldi við til Paddington. So bleiv eg sleptur og skuldi fylgja nøkrum pílum, sum vístu vegin. So tað var ikki heilt av leið.

 

Hevði væntað eitt sindur størri reklamuátøk fyri OL, men so var ikki. Man kendi sjálvandi litirnar aftur og vegleiðandi skelti stóða allan vegin, hóast tey vóru smá. Eg kom vegin fram til Paddington og har vóru hjálparfólkini kvik. Varð leiddur ein lítlan umveg til bilarnar, sum skuldu fáa okkum til hotellini. Hetta var ein gongutúrur í kjallaranum í gamla London, gjøgnum gamlar gongir, sum vóru múraðar í ymiskum sniðum og við rundum hválvi, stórum gomlu dragihurðum til lyftir o.s.fr..

 

Koyritúrurin til hotellið tók ikki so langa tíð, men London er ein býur við nógvar ferðslu og ikki minst nógvum byggi- og vegarbeiði. Aftur her var undrunarsamt ikki at síggja nakra OL-skelting, onkur bussur hevði lýsing, men sera lítið haldi eg – men ok.

 

Komin á hotellið kl. 18.00, og ov seinur til fyrstu uppgávuna, sum var kl. 17.00, fekk eg at vita, at eg hevði tíð til at skifta og so skuldi eg á fund við skjótibreytina. Gjørdiskjótt av og gek mær stutta túrin yvir tilbreytina, sum eg sá eitt sindur av úr kamarsvindeyganum – so tað tók ikki meiri enn 5 minuttir at ganga.

 

Við inngongdina til skjótiøkið var sett upp kanningarútgerð, har alt viðførið og eg sjálvur bleiv kannað. Men so kom fyrsti trupulleikin – tá tey skannaðu kortið hjá mær, var eg ikki skrásettur og slapp stutt sagt ikki inn. Hetta var nakað, sum skuldi verið gjørt á flogvøllinum, men sum hjálparfólkini høvdu yvirsæð mína vegna. Men eftir eina løtu og nakrar telefonsamrøður fekk eg loyvi at koma inn við tað, at eg bleiv fylgdur til dómaraformannin, sum so skuldi vara av mær, til eg fór út aftur.

 

Eg náddi ikki at síggja so nógv av breytini enn og fór beint á fund. Eftir fundin fóru vit aftur til hotellið at fáa okkum ein døgurðabita og so til songar troyttur eftir eina longri ferð.