-_1So er niðurteljingin til OL 2012 av álvara byrjað og nakrir spennandi dagar standa fyri framman. Fari her á síðuni at kunna eitt sindur um bogaskjótikappingina, og um møguligt eisini eitt sindur frá kappingardøgunum.

 

Schandorff Vang

 

Tað er nú long tíð síðan boðini komu um, at eg fekk heiðurin at luttaka sum dómari í bogaskjóting til OL 2012.

 

Tað byrjaði við, at eg var biðin um døma til Test-OL. Hetta er kapping, sum vanliga skal skjótast júst gott ár áðrenn OL. Til hesa kapping verður kappingvøllurin og alt kring kappingina eftirkannað, eins og skjúttar fáa møguleika at skjóta á breytini. Dómarar fáa eisini møguleikar at royna vøllin og ikki minst  mannagongdirnar. Ger man ikki arbeiðið gott nokk, skal man ikki vænta at fáa boð at døma til OL.

 

Stóra vónbrotið var, at eg ikki fekk luttikið til hetta Test-OL í fjør, men nakað eftir kappingina fekk eg hóast alt boð um, at eg var úttikin – og sjálvandi var frøðin stór. Hetta skuldi sostatt verða triðju ferð, at OL-upplivingin bleiv veruleiki – fyrstu ferð var til Paralympic 2000 í Sidney, aðru ferð OL 2008 í Beijing og so nú OL 2012 í London.

 

Síðan úttøkuna er tíðin farin við at gjøgnumganga nýggjastu reglur og mannagongdir, og at fáa ymiska vitan til vega.

 

Eisini skal ymisk skráseting gerast. Tað fyrsta er skráseting til uniformar, persónlig viðurskifti, ferðaseðlar o.a.. So var bara at bíða.

 

Í farnu viku kom so endiliga atgongukortið, kunningarfaldari um kappingina og um lyklapersónar, transport, kappingaryvirlit o.s.fr..

 

Nakað herfyri fekk eg eina uppringing út London, tí eingin visti, hvørja landakotu tey skuldu skráseta meg við. Ikki so undarligt, tí Føroyar eru ikki skrásettir limir, men tað varð nú skjótt loyst, tí fyri nøkrum árum síðan hevði BSKF kravt at fáa eina landakotu frá altjóða bogaskjótifelagsskapinum. Teir settu seg í samband við olympisku skrivstovuna og fingu staðfest, at UM Føroyar skuldi blíva limur, so vildi landakota blíva FRO – og so er, eg standi í kunningartilfarinum skrásettur sum FRO.

 

Skráin

Eg skal úr Føroyum týsdagin 24. juli og skráin er skørp, tí longu týsdagin skal vøllurin kannast. T.v.s. at ferðaseðilin, sum eg havi fingið, gevur ikki møguleika at vera við til at kanna nakran vøll.

 

25. juli verður longu venjing og kanning av útgerð, eins og øll fáa møguleikan at kunna seg um umstøðurnar og økið annars.

 

26. juli er aftur venjing og leiðarafundur fyri øll londini, dómarar og fyrireikarar.

 

27. juli verður innleiðandi kappingin skotin í tveimum umførum, menn fyrrapart og kvinnur seinnapart. Seinni út á kvøldið verður sjálv setanin av OL 2012, har vit dómarar vanliga eru at finna á áðskoðaraplássunum.

 

Næstu dagarnar fram til tann 3. august verður dystarskjóting fyri einstaklingar og fyri lið har taparin fer úr kappingini.

 

4. august gongur so leiðin heim aftur. Tað er nú so, at tá man er liðugur við sítt arbeiði, so verður man biðin um at fara heim aftur dagin eftir. Í so fall, at eg skuldi ynskt nakrar eyka dagar, so vildi eg álíkavæl verið koyrdur út frá hotellinum við boðum um at finna okkurt annað at búgva í sjálvur. Ikki bara tað – atgongukortið hevði ikki havt nakað virði longur, tí gildistíðin er til tann 4. august fyri mítt kort.

 

Sjálv kappingin

64 menn og 64 kvinnur kunnu luttaka. Hetta eru  alt skjúttar, sum framman undan hava kvalifiserað seg til OL. Innleiðandi kappingin er  fyri at finna fram til, hvør skal skjóta móti hvørjum dagarnar frameftir. Bert recurve skjúttar luttaka til OL.

 

Innleiðandi skjótingin umfatar 2×36 pílar á 70 metrum.

 

Dystirnir fyri einstaklingar verða skotnir í settum á 3 pílar, vunnið sett gevur 2 stig, javnt 1 stig og tapt 0 stig. Skotin verða í mesta lagi 5 sett og tann, sum fyrst kemur til minst 6 stig, hevur vunnið. Stendur á jøvnum aftaná 5 sett verður bert ein eyka pílur skotin og vinnari er tann, sum rakar næst miðjuni.

Dystirnir fyri lið, har 3 skjúttar eru á hvørjum liði, umfata 24 pílar – 8 pílar til hvønn skjútta. Skotin verða 4 umfør á 6 pílar,t.v.s. 2 pílar til hvønn skjútta í hvørjum umfari. Liðið, ið fær flest stig, vinnur. Stendur á jøvnum verður skotið eitt eyka umfar, har hvør skjútti skal skjóta bert ein píl, og liðið, sum rakar næst miðjuni hevur vunnið.

 

Kappingarstað

Lords_Cricket_Ground_2featureKappingin fer fram á Lord’s Cricket Ground, St. Johns Wood Road, London NW8 8QN. Hetta er eitt stadion, sum fer at taka 5.000 áskoðarar til bogaskjótikappingarnar.