Um vikuskiftið luttók 12 ára gamli Teitur Dalsgarð í DM  fyri ung og vann gull í bólkinum Recurve Herre Mini.

 

Skotið varð frá 12 metrum. Innleiðandi skjeyt Teitur 549 stig og persónligt met, og var klárt  á odda. Í finaluumførunum sat hann yvir fyrsta dyst og vann 1/4- og 1/2-finalurnar báðar 6-0, og vann hann gullfinaluna 6-4.

 

Úrslitayvirlitið fyri bólkin síggja tit her http://www.ianseo.net/TourData/2012/253/IFRHM.php

 

BSKF ynskir Teiti hjartaliga til lukku við meistaraheitinum.

 

Teitur hevur búð í Danmark, har hann hevur skotið í felagnum Aalborg Bueskyttelaug (AABL). Nú hann er fluttur aftur til Føroya, venur hann í Bogaskjótifelagnum Tambar, men er enn limur í AABL og kann sostatt luttaka í kappingini um danska meistaraheitið.

 

Seinastu innandura kappingarnar verða skotnar í ítróttarhøllini á Giljanesi sunnudagin 1. apríl, og tá síggja vit uttan iva Teit aftur í kapping.