Við luttøku av 7 bogaskjúttum í Reykjavik International Games 2012, sum var um vikuskiftið, skutu teir seg til 3 gull og 2 silvur.

 

Eggaba Andreasen, Jastrid M. Jensen og Rakul Dam fingu gull.

 

Jógvan Niclasen og Sascha Due Niclasen fingu silvur.

 

Innleiðandi úrslitini í recurve:

Hjá monnum var Eggaba Andreasen nr. 1 við 548 stigum, nr. 2 var ein íslendingur við 528 stigum og nr. 3 var Tórfinn Hansen við 509 stigum.

Hjá kvinnum var Jastrid M. Jensen nr. 1 við 500 stigum.

 

1/4-finalurnar: Eggaba vann sín dyst 109-68 og Tórfinn tapti 90-100.

1/2-finalurnar: Eggaba vann sín dyst 102-91.

Gullfinalan: Eggaba vann í einum spennandi dysti 108-106

 

Jastrid  vannn sína gullfinalu við 100-64.

 

Innleiðandi úrslit í compound:

Hjá monnum var Jógvan Niclasen nr. 2 við 566 stigum

Jim S. Guutesen nr. 5 við 549 stigum

 

Hjá kvinnum var Rakul Dam nr. 1 við 540 stigum og Sascha Dur Niclasen nr. 2 við 513 stigum.

 

1/4-finalurnar: Jim S. tapti sín dyst í spennandi skjóting 105-106. Jógvan vann sín dyst 115-101.

1/2-finalurnar: Jógvan vann sín dyst 112-110.

Gullfinalan: Jógvan tapti enn eina spennandi finalu 111-112.

 

Rakul vann sína gullfinalu móti Saschu í einums pennandi dysti, sum endaði 109-108.