Kapping á Eiði 11. DEC 2011
Bogaskjótifelagið Ørvur skipaði í dag fyri kapping hjá vaksnum í Ítróttarhøllini á Eiði. Fleiri høvdu forfall.
Beinir Danielsen vann sína fyrstu kapping. Og Magnus Andreassen megnaði næsta part av kravinum til HM-luttøku.
Fýra persónlig met.
Ein hending, sum kemur fyri av og á er, at ein skjútti ger ein “Robin Hood’ara”, tað er, tá ein pílur verður skotin inn í an annan píl og klívur hann. Tað gjørdi Hans Petur í dag.
Byrjað varð eisini við nýggjum hátti at skjóta finaludystir. Farið er nú burtur frá 12-píla dystum til at skjóta sett-skjóting, t.v.s. skotið verður best av 5 settum á 3 pílar. Vunnið sett hevur 2 stig, javnt 1 stig og tapt einki stig. Tann, sum fyrst kemur til 6 stig hevur vunnið dystin. Stendur á jøvnum verður ein eyka pílur skotin og tann, sum er nærmast miðjuni vinnur.
Compound
10 luttakarir vóru við og skutu Beinir Davidsen og Jim S. Guttesen persónlig met. Innleiðandi úrslitini vóru hesi:
Jógvan Niclasen, T (288+289) 577 stig
Beinir Danielsen, Ø (288+279) 567 stig P
Magnus Andreassen, Ø (281+284) 565 stig
Albert Dam, Ø (274+288) 562 stig
Kaj Johannesen, Ø (278+280) 558 stig
Hans Asbjørn Eysturdal, Ø (282+274) 556 stig
Jóannes Poulsen, Ø (279+277) 556 stig
Rakul Dam, T (273+268) 541 stig
Anja Johansen, Ø (269+271) 540 stig
Jim S. Guttesen, V (265+267) 532 stig P
1/8-útiloking: Rakul-Anja (28-27, 28-26, 28-27) 6-0 og (27-27, 28-16, 28-26, 28-25) 7-1. Hini sótu øll yvir.
1/4-finalur: Jógvan-Rakul (29-27, 28-25, 28-27) 6-0, Kaj-Albert (27-28, 27-27, 27,28, 28,29) 1-7, Magnus- Hans Asbjørn (29-29, 28-29, 27-28, 27-29) 1-7 og Jóannes-Beinir (28-29, 27-28, 28-28, 30-28, 27-29) 3-7.
1/2-finalur: Jógvan-Albert (29-28, 30-29, 28-28, 28-28) 6-2 og Hans Asbjørn-Beinir 18-28, 28-28, 28-27, 28-29, 27-28) 3-7.
Bronsufinalan: Albert-Hans Asbjørn (29-27, 27-29, 29-27, 28-28, 28-28) 6-4.
Gullfinalan: Jógvan-Beinir (28-29, 28-28, 27-28, 26-27) 1-7.
Recurve
8 luttakarir vóru við og skutu Eggaba og Oddmar persónlig met. Innleiðandi úrslitini vóru hesi:
Eggaba Andreasen, V (279+272) 551 stig P
Hans petur Højgaard, Ø (277-272) 549 stig
Oddmar Nielsen, Ø (276+273) 549 stig P
Jastrid M. Jensen, T (267+246) 513 stig
Bogi Højgaard, Ø (244+247) 491 stig
Odd Andreassen, Ø (243+204) 447 stig
Tórfinn Hansen, V (185+212) 397 stig
Meinhard Dam, Ø (206+130) 336 stig
1/4-finalur: Eggaba-Meinhard (26-16, 29-13, 28-20) 6-0, Bogi-Jastrid (22-26, 22-23, 26-24, 25-28) 2-6, Oddmar-Odd (27-28, 24-27, 26-28) 0-6 og Tórfinn-Hans Petur (23-26, 28-27, 23-27, 26-24, 16-29) 4-6.
1/2-finalur: Eggaba-Jastrid (25-26, 26-23, 28-27, 23-26, 29-28) 6-4 og Odd-Hans Petur (27-25, 24-29, 27-28, 26-27) 2-6.
Bronsufinalan: Jastrid-Odd (26-26, 27-25, 27-21, 29-28) 7-1.
Gullfinalan: Eggaba-Hans Petur (25-27, 29-28, 27-27, 26-26, 24-26) 4-6.
Jim S. Gólváleggin gav heiðursmerkir til kappingina.
Tvey hava megnað krøvini til HM
Í dag megnaði Magnus Andreassen sín næsta part av kravinum til HM-luttøku í Las Vegas fyri juniorar. Sigrid Vang hevur í tveimum teimum undanfarnum kappignunum megnað síni krøv.
Tó er einki endaligt avgjørt, um farið verður avstað til hesa stóru kapping, sum verður skotin í Las Vegas fyrst í februar 2012.
Skriv et svar