IMG_4673Norski heimsskjúttin Morten Bøe var aftur í Føroyum seinasta vikuskiftið og hevði venjingar og testir við flestu av føroysku bogaskjúttunum. Hesaferð var talan mest um upptøkur á speed-camera, sum nágreiniliga vísti, hvat arbeiðast kann við á teknisku síðuni, eins og greitt kundi síggjast, hvørt skjúttarnir høvdu røttu pílar, stillingar o.s.fr..

 

Sunnudagin var Morten eygleiðari undir kappingini í Vágum. Aftaná kappingina høvdu vit eftirmeting við nøgdum skjúttum.