IMG_4658Ein sera góð og spennandi kapping hjá teimum vaksnu bleiv skotin í høllini á Giljanesi í dag, har Bogaskjótifelagið VágaSkot skipaði fyri kapping á 18 metrum fyri vaksin.

 

Tveir skjúttar omanfyri kravið til innandura HM.

 

4 persónlig met.

 

HM krøv

Sigrid Vang megnaði fyri aðru ferð at skjóta omanfyri kravið fyri luttøku í innandura HM við at skjóta eitt stig undir føroyska metinum fyri kvinnur – 569 stig. Kravið er 560 stig. Sigrid hevur sostatt megnað síni krøv fyri at luttaka til HM, so er bert spurningurin, um hon tekur av og fer langa túrin til Las Vegas í februar 2012.

 

Magnus Andreassen skjeyt eisini fyri fyrstu ferð omanfyri sítt krav til HM fyri juniorar – 570 stig. Kravið er 565 stig.

 

Krøvini til HM luttøku skulu klárast tvær ferðir áðrenn tilmeldingarfreistin er úti.

 

IMG_4698Compound

10 luttakarar vóru í dag, 3 persónlig met blivu skotin. Innleiðandi úrslitini vóru hesi:

Hans Asbjørn Eysturdal, Ø (289+286) 575 stig P

Magnus Andreassen, Ø (286+284) 570 stig

Sigrid Vang, Ø (289+280) 569 stig

Jógvan Niclasen, T (285+283) 568 stig

Beinir Danielsen, Ø (281+280) 561 stig P

Kaj Johannesen, Ø (279+273) 552 stig

Rakul Dam, T (271+270) 541 stig

Anja Johansen, T (268+265) 533 stig

Jim S. Guttesen, V (262+260) 522 stig P

 

1/8-finalur: Her vóru tveir dystir, meðan hini fóru beinleiðis víðari. Rakul-Anja 111-108 og Kaj-Jim S. 113-107.

1/4-finalur: Hans Asbjørn-Rakul 110-106, Beinir- Jógvan 115-114, Sigrid-Jóannes 110-107 og Kaj-Magnus 113-114.

1/2-finalur: Hans Asbjørn-Beinir 112-111 og Sigrid-Magnus 109-113.

Bronsufinalan: Beinir-Sigrid 113-110.

Gullfinalan: Hans Asbjørn-Magnus 113-114.

 

IMG_4696Recurve

9 luttakarar vóru í dag, eitt persónligt met bleiv skotið. Inneleiðandi úrslitini vóru hesi:

Hans Petur Højgaard, Ø (276+277) 553 stig

Eggaba Andreasen, V (277+271) 548 stig

Oddmar Nielsen, Ø (270+268) 538 stig

Odd Andreassen, Ø (260+277) 537 stig

Annika Vang, Ø (268+267) 535 stig

Jastrid M. Jensen, T (255+262) 517 stig

Bogi Højgaard, Ø (239+244) 483 stig

Tórfinn Hansen, V (231+228) 459 stig

Karstin Biskopstø, V (158+141) 299 stig P.

 

1/8-finalur: Her var bert tann eini dysturin, meðan hini fóru beinleiðis víðari. Tórfinn-Karstin 100-42.

1/4-finalur: Hans Petur-Tórfinn 110-98, Annika-Odd 112-108, Oddmar-Jastrid 107-95 og Bogi-Eggaba 98-112.

1/2-finalur: Hans Petur-Annika 110-110, Annika vann umskjótingina 10-9. Oddmar-Eggaba 102-108.

Bronsufinalan: Hans Petur-Oddmar 109-110.

Gullfinalan: Annika-Eggaba 107-105.

 

Heiðursmerkir til kappingina lat Jim S. Gólválegging í Sørvági.