IMG_4609-1Fyrsta innandura kappingin fyri vaksin varð skotin í hølinum hjá Tambar í Havn í dag sunnudag 6. novembur. Við í kappingini vóru 18 luttakarir – 10 í compound og 8 í recurve.
 

Skotið varð á 18 m.

 

3 persónlig met og eitt úrslit omanfyri kravið fyri luttøku til innandura HM 2012.

 

Innleiðandi úrslit:

 

Compound

Ymiskt er, hvussu skjúttarnir eru fyri so tíðliga í vetrarhálvuni, men onkur góð úrslit vóru at hóma, m.a. megnaði Sigrid Vang at skjóta omanfyri kravið fyri HM-luttøku, tá hon skjeyt 561 stig, har kravið er 560 stig.

 

IMG_4607-1BSKF hevur hert krøvini og skal ein skjútti minst tvær ferðir megna ávíst úrslit á teininum, fyri at fáa møguleikan at luttaka til størri kappingar, so sum HM.

 

Innleiðandiúrslitini:

Jógvan Niclasen, T (288+283) 571 stig

Hans Asbjørn Eysturdal, Ø (280+282) 562 stig

Sigrid Vang, Ø (278+283) 561 stig

Kaj Johannesen, Ø (277+282) 559 stig

Magnus Andreassen, Ø (271+283) 554 stig

Nikkel Petersen, Ø (270-279) 549 stig, 17 10-arar

Rakul Dam, T (276+273) 549 stig, 14 10-arar

Jóannes Poulsen, Ø (274+272) 546 stig

Anja Johansen, T (270+268) 538 stig

Beinir Danielsen, Ø (262+274) 436 stig P

 

1/8: Jóannes-Anja 111-109 og Rakul-Beinir 109-109 og í umskjótingini vann Rakul 10-9.

1/4: Jógvan-Jóannes 115-110, Magnus-Kaj 113-107, Sigrid-Nikkel 111-114 og Rakul-Hans Asbjørn 106-113.

1/2: Jógvan-Magnus 115-113 og Nikkel-Hans Asbjørn 110-112,

Bronsufinalan: Magnus-Nikkel 113-106.

Gullfinalan: Jógvan-Hans Asbjørn 116-112.

 

Recurve

Vinnarin av uttandura FM Bogi Højgaard stóð seg væl í finalunum saman við einum av ungu skjúttunum Odd Andreassen, báðir skutu persónlig met og møttust eisini í
finaluni.

 

Innleiðandi úrslitini:

Eggaba Andreasen, V (274+275) 549 stig

Odd Andreassen, Ø (266+278) 544 stig P

Annika Vang, Ø (275+266) 541 stig

Hans Petur Højgaard, Ø (268+260) 528 stig

Bogi Højgaard, Ø (260+262) 522 stig P

Oddmar Nielsen, Ø (256+257) 513 stig

Jastrid M. Jensen, T (253+258) 511 stig, 13 10-arar

Tórfinn Hansen, V (254+257) 511 stig, 11 10-arar

 

1/4: Eggaba-Tórfinn 106-100, Bogi- Hans Petur 111-101, Annika-Oddmar 110-106 og Jastrid-Odd 94-108.

1/2: Eggaba-Bogi 98-109 og Annika-Odd 106-108.

Bronsufinalan: Eggaba-Annika 107-101.

Gullfinalan: Bogi-Odd 104-101.

 

Heiðursmerkir til kappingina hevði Jim S Gólváleggin, Sørvágur, latið.