London_Ol_2012_logSchandorff Vang er enn einaferð útnevndur at vera dómari til Olympisku Leikirnar í London 2012.

 

Útnevningin verður gjørd í dómaranevndini hjá altjóða felagsskapinum og góðkend av stjórnini. Tey útnevndu fáa síðan boð við brævið. Hetta verður vanliga gjørt umleið eitt ár, áðrenn OL verður. Hetta bræv fekk Schandorff í gjárkvøldið.

 

Schandorff er ein av royndu altjóða dómarunum. Hann tók dómaraprógv í 1996 og hevur síðan tá verið dómari til nógvar stórar kappingar, so sum EM, HM, Word Cup, Paralympic og seinastu OL í Beijing, eins og hann hevur dømt fleiri stórar feltkappingar.

 

Leiðin til altjóða dómara var, tá hann tók prógv, at hann var kandidatur (IJc) í trý ár. Eftir hetta bleiv hann útnevndur til altjóða dómara (IJ), og hevur verið tað síðan.

 

Tað er ikki so, at man heldur fram sum altjóða dómari í allar ævir. Man skal fjórða hvørt á til nýggja roynd. Hetta fer fram á tann hátt, at ein langur listi av spurningum og “case studies” skulu svarast. Plagar vanliga at vera millum 50-70 spurningar. Hetta skal alt svarast við einum røttum svar prosenti, sum er minst 80%. Og fyri at koma framat at døma til t.d. OL, skal helst eitt hægri svar prosent til.

 

Hugt verður ikki bert eftir uppgávunum, men sanniliga eisini eftir, hvussu man er sum dómari, tá man er úti og dømir tær ymsu kappingarnar. Ger man nakað býtt, so skal man vera vísur í, at man fer niðureftir á listanum við møguleikum.

 

Seinastu fýra árini er tað eisini fallið í lut hjá Schandorff at vera dómara formaður til stórar kappingar sum World Cup, og seinast til Summer Universiade í Shenzhen í Kina fyri tveimum mánaðum síðan. Hetta er sera læruríkt og man lærir at arbeiða saman við fólki kring allan heim. Man lærir um teirra mentan og hugburð. Man verður stutt sagt noyddur at hava eygu á hvørjum fingri, fylgja við øllum reglum, standa fyri kanning av so at siga øllum, sum hevur við kappingina at gera, og ikki minst – at hava eitt gott samband við øll, bæði skjúttar, venajrar, liðleiðarar, hjálparar, fyriskiparar, fjølmiðlar og hvør annar so er har.

 

At vera altjóða dómari er ólønt arbeiði. Í dag verður í flestu førum ferð og uppihald goldið. Soleiðis var ikki fyrstu árini, tí tá skuldi man sjálvur saman við egna sersambandinum gjalda ferðingina, meðan uppihaldið var frítt. So lønin er uppliving og lærdómur.

 

Hvørt land hevur bert loyvi at hava tríggjar altjóða dómarar.

 

Føroyar eru partur av norðurlendska samstarvinum har m.a. verður skipað fyri einum dómaravikuskifti annað hvørt ár. Her møta fleiri heimadómarar til kjak og framløgur, sum altjóða dómararnir standa fyri. Slíkt vikuskifti verður aftur í novembur, tá Schandorff eisini eigur týdningamikla framløgu.