Eggaba Andreasen byrjaði í 1/8 útilokingini, har hann møtti einum svia. Skotið varð í settum – best av 5 settum á 2 stig. Eggaba kom afturum 0-4, men megnaði at koma upp á 5-5 og sostatt til umskjóting, har hann tapti 9-10. Endaliga støðan hjá Eggaba bleiv nr. 9 í bólkinum yvir 50 ár.

 

Tórfinn Hansen byrjaði eisini í 1/8 útilokingini, men tapti sín dyst 0-6. Hann endaði eisini sum nr. 9, men í bólkinum 40-50 ár.