Uttandura FM varð skotið á Svangaskarði 3. september 2011 í hampuligum veðri. Tó kom nakað av regni móti endanum av kappingini, hetta darvaði skjúttunum eitt sindur.

 
Hóast skotið varð eftir nýggju altjóða reglunum, so gekk væl.

 
Jógvan Niclasen, Tambar, bleiv føroyameistari í compound.

 
Bogi Højgaard, Ørvur, bleiv føroyameistari í recurve.

 

 
Nýggju altjóða reglurnar eru broyttar til, at man í compound er farin at skjóta á 50m. Innleiðandi verður skotið 2×36 pílar og síðan finaludystir á 15 pílar, har man telur samlaða stigatalið.

 
Í recurve er tað annarleiðis. Har verður skotið á 70m. Innleiðandi verður skotið 2×36 pílar og síðan finaludystir, har man skjýtur um, hvør er bestur av 5 settum, hvørt settið er 3 pílar. Vunnið sett gevur 2 stig, javnt 1 stig og tapt 0 stig. Tann, sum fyrstur kemur til 6 stig, hevur vunnið.

 
Stendur á jøvnum hjá recurve ella compound, verður bert ein pílur skotin í umskjóting. Tann, sum er næst miðjuni, vinnur dystin.

 
Innleiðandi úrslitini í compound vóru hesi:

Jógvan Niclasen, T, (338+333) 671 stig F

Kaj Johannesen, Ø, (325+323) 648 stig

Sigrid Vang, Ø, (315+331) 646 stig F

Jóannes Poulsen, Ø, (323+320) 643 stig

Nikkel Petersen, Ø, (310+327) 637 stig

Schandorff Vang, Ø, (309+305) 614 stig

Hans Asbjørn Eysturdal, Ø, (295+307) 602 stig

Rakul Dam, T, (295+291) 586 stig

Anja Johansen, T, (262+279) 541 stig

Beinir Danielsen, Ø, (253+273) 526 stig

 
1/8:  Rakul-Anja 109-92 og Hans Asbjørn-Beinir 134-91.

1/4: Jógvan-Rakul 128-107, Nikkel-Jóannes 112-128, Sigrid-Schandorff 127-122 og Hans Asbjørn-Kaj 134-123.

1/2: Jógvan-Jóannes 141-133 og Sigrid-Hans Asbjørn 141-133. Her skutu bæði Jógvan og Sigrid føroysk met við 141 stigum.

Bronsan: Jóannes-Hans Asbjørn 134-130.

Gullið: Jógvan-Sigrid 140-128.

 
Innleiðandi úrslitini í recurve vóru hesi:

Hans Petur Højgaard, Ø, (276+288) 564 stig

Annika Vang, Ø, (287+274) 561 stig F

Eggaba Andreasen, V, (286+270) 556 stig

Tórfinn Hansen, V, (237+255) 492 stig

Bogi Højgaard, Ø, (255+214) 469 stig

Jim S. Guttesen, V, (231+194) 425 stig

Jastrid M. Jensen, T, (220+191) 411 stig

 
1/4: Hans Petur sat yvir, Bogi-Tórfinn 6-2, Eggaba-Jim S. 6-2 og Jastrid-Annika 0-6.

1/2: Hans Petur- Bogi 4-6 og Eggaba-Annika 1-7.

Bronsan: Hans Petur-Eggaba 6-0

Gullið: Bogi-Annika 5-5. Í umskjótingini skutu tey 9-9, men Bogi var 2 cm nærri miðjuni enn Annika, og vann sostatt dystin.

 
Takk til B68 og Tórsvøll

 
Hetta var samstundis seinasta ferðin vit fingu loyvi at skjóta á grasvøllinum á Svangaskarði og vilja vit takka B68 fyri stóru vælvildina at brúka vøllin og húsið uttan kostnað.

 
Eisinitakka vit Tórsvølli fyri stóru vælvildina at brúka vøll og hús uttan kostnað.

 
Hetta hevur verið ein sera stór hjálp hjá okkum, og eisini góðir karmar um venjingar og kappingar, sum hava givið okkum tey úrslit, vit eru nádd til.

 
Vit fara at ynskja B68 og Tórsvølli góða eydnu við nýggju vallunum, tá teir eru liðugir.

 
Vit vita, at vallirnir koma at verða brúktir nógv, men vóna vit eisini at fáa møguleika at skjóta á teimum.

 
Hetta siga vit, tí vit nú hava mist báðar vallirnar, uttan at vita, hvat vit koma at hava í staðin. Vit standa í dag uttan nakran vøll og uttan møguleikar fyri at venja uttandura.

 
Fáa vit ikki eina haldbara loysn heilt skjótt, kunnu vit væntað eina niðurgongd innan bogaskjóting. Tað er harmuligt, tí vit hava seinastu mongu árini verið við til at toga Føroyar uppeftir á heiðursmerkja talvuni á Oyggjaleikum.