Uttandura FM verður skotið á Svangaskarði leygardagin 3. septembur.

 

Upphitingin byrjar kl. 09.30. Kappingini byrjar kl. 10.00.

 

Skotið verður sambært teimum nýggju FITA-umførunum.

 

Recurve skjóta OL-umfar við finalum, t.v.s. 2×36 pílar á 70m. Til dystirnar verður set-systemið brúkt. Hvørt settið er 3 pílar. Vunnið sett gevur 2 stig, javnt gevur 1 stig og tapt gevur einki stig. Skotin verða í mesta lagið 5 sett – tann, sum fyrst kemur til 6 stig hevur vunnið dystin. Er javnt aftaná 5 sett verður ein pílur skotin í shoot-off, tann, sum er næstur miðjuni, vinnur.

 

Compound skjóta Compound-umfar við finalum, t.v.s. 2×36 pílar á 50m. Til dystirnar verða skotnir 15 pílar, møguleiki fyri í mesta lagi 150 stig. Er dystur javnur verður ein pílur skotin í shoot-off, tann, sum er næstur miðjuni, vinnur.